Vágbingar fáa skattalætta næsta ár

Fyri fyrstu ferð í eini 25 ár, fer skattaprosentið í Vági nú niður um 23 prosent

Næsta ár lækkar kommunuskatturin í Vági.

Tað hevur Vágs Býráð einmælt samtykt í kvøld.

Kommuskatturin er 23,15 prosent í ár, men næsta ár lækkar hann niður í 22,95 prosent.

Hetta er samstundis fyrstu ferð í eini 25 ár, at skattaprosentið í Vági fer niður um 23 prosent og hetta er annað árið á rað, skattaprosentið í Vági lækkar.

Í 2013 var skattaprosentið 23,25 prosent.

Tað var í djúpu kreppuni fyrst í nítiárunum, at skattaprosentið í Vági reyk upp um 23 prosent og tað hevur ongantíð eydnast at fáa tað niður um aftur.

Partvís hevur Vágs Kommuna havt stóra skuld at dragast við, men kommunan hevur eisini bygt nógv, bæði barnagarð, sambýli, ellis- og røktarheim, vatnveiting, ítróttarøki, eina stóra djúphavn og annað.

 

Í kvøld hevur Vágs Býráð so samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár og tað er í hesum sambandi, at tað er avgjørt, at skatturin skal lækka.

Samstundis verður barnafrádrátturin verandi 4.000 krónur fyri hvørt barnið, men hinvegin er barnaansingin ein tann bíligasta í landinum.

 

Í sambandi við fíggjarætlanina, hevur Vágs Býráð samtykt at taka av einum tilboði frá Suðuroyar Sparikassa um at umfíggja skuld hjá býráðnum.

Umfíggingin merkir, at kommunan skal rinda munandi minni í rentum og avdráttum.

 

Í ár rindar Vágs kommuna einar 4,9 milliónir í avdráttum og 1,5 millión í rentum, men næstu árini verða avdráttirnir 2,3 milliónir krónur um árið og renturnar 600.000 krónur.

 

Saman við fíggjarætlanini annars, gevur tað Vágs kommunu eitt rásarrúm til at gera íløgur fyri 4,6 milliónir krónur næsta ár og tær verða brúktar til nógv ymisk endamál, eitt nú vatnveiting og vegagerð, samstundis sum arbeiðið at fríðka um í miðbýnum heldur fram, har nýtt býartorg skal gerast.

Annars skulu ábøtur gerast á skúlan, har eisini nýtt spælipláss skal gerast og ábøtur skulu gerast á bátahylin.

 

Næsta ár verða eisini nýggju tilboðunum um rørslu og ítrótt í dagstovninum Eikilund og í Vágs Skúla ment enn meiri og í næstum letur eisini ungdómshús í Vági og harumframt verða ymisk tilboð til eldri eisini sett í verk.

 

Hóast skattaprosentið lækkarm, verða inntøkurnar hjá Vágs Kommunu mettar at verða 37,7 milliónir krónur og tað er áleið tað sama sum í ár,

Raksturin av Vágs kommunu verður í 2015 mettur at verða smáar 26,0 milliónir og tað eru góðar tvær milliónir krónur minni enn hann varð mettur at verða í fíggjarætlanini í ár.