Vagn Erik Michelsen 80 ár

Fríggjadagin í farnu viku fylti Vagn Erik Michelsen pápabeiggi 80 ár.

Vagn Erik er sonur Hans Jacob Michelsen 1878-1943 og Amandu Michelsen f. Poulsen 1886-1960, bæði vóru úr Havn. Vagn Erik er føddur og uppvaksin í Tórsgøtu nær Gamla realskúla.

Tey vóru seks systkin. Aage 1911-1982, Helge 1913-1985, Ejler 1917-1998, Hanna (Pitte) 1919-, Poulina (Minna) 1923-1952 og Vagn Erik, sum er føddur í 1927. Hanna, sum er 88 ára gomul býr í Danmark.

Eftir at Vagn Erik tók realprógv, fór hann í læru sum telegrafistur á Telegrafstøðini í Havn. Burtursæð frá hálvum ári sum telegrafistur umborð á trolara arbeiddi hann alla sína tí á Telegrafstøðini. Í 60 árunum fór Vagn Erik gjøgnum brævskúla at lesa til verkfrøðing. Í sjey ár sat hann um kvøldarnar og roknaði uppgávur og fór síðan til endaliga próvtøku í Svøríki, har hann stóð royndina við toppkarakteri. Hetta frøddi okkum øll.

Í 1955 giftust Vagn Erik og Petra f. Weihe. Vagn Erik og Petra fingu tvey børn. Elin, sum býr í Keypmannahavn og Minna, sum býr á Nykøbing Falster. Petra doyði í 2000.

Vagn Erik var bara sjey ára gamal, tá ið mamma hansara brádliga gjørdist sjúk og var ikki før fyri at halda hús. Tá ið hann á ungum árum eisini misti pápan, kom hann at hava serligt tilknýti til beiggjar sínar, sum allir búðu í Havn.

Longu sum smádreingir sóu vit, at teir fýra beiggjarnir vóru meira enn beiggjar, teir vóru eisini hjartansvinir. Vagn Erik hevur altíð givið til kennar, hvussu góður hann var við beiggjarnar, og hvussu sorgin nívdi, tá ið eldru beiggjarnir fullu frá.

Yngra ættarliðið hevur notið væl av lívsgleðini og áræðinum, sum Vagn Erik altíð hevur havt. Vagn Erik hevur so sanniliga gingið í mótbrekku, hvat sjúkum viðvíkur. Sjúka mammu í 28 ár, systurin Minna doyði av tuberklum bara 28 ára gomul, dóttirin Minna gjørdist sjúk á ungum árum og konan Petra doyði í 2000 eftir drúgva sjúkralegu.

Hóast tunga gongd í mótbrekku, hevur Vagn Erik altíð varðveitt lívsneistan, ja, hann hevur altíð verið ein fyrimynd hjá okkum yngru. Altíð verið hollur í ráðum og altíð fúsur at hjálpa, tá ið heitt var á hann. Og tað skal hann hava rós og takk fyri.


Ein perla í høvuðsstaðnum


Vagn Erik býr nú á Tjarnargarði, og har trívist hann ógvuliga væl. Tá ið vit sótu til borðs á Tjarnargarði fríggjadagin í farnu viku og hátíðarhildu 80 ára dagin hjá Vagn Eriki, vóru vit øll samd um, at Tjarnargarður er vorðin ein perla í høvuðsstaðnum.

Longu tá ið tú trýnur inn í garðin, kennir tú angan av blómum og merkir trivnaðin. Á Tjarnargarði eru hundur, pappageykur, marsvín, undulatar og kaninir í búri uttanfyri, og hetta eru búfólkini fegin um.

Ja, tú hevði bestan hugin at fara til fyristøðukvinnuna og tekna teg á langa bíðilistan. Alt er so væl úr hondum greitt, og fólk eru so vinarlig. Toppkarakterur til Tjarnargarð.

Góði pápabeiggi. Hjartaliga til lukku við 80 ára degnum, og enn einaferð takk fyri dygga stuðulin, tú veitti okkum, tá ið vit høvdu brúk fyri tær. 


Vagnur