Vagnur Michelsen metir um róðrarárið

Kappróðurin hevur fingið nýggjan ham. 2000- og 1500 metra teinarnir eru søga, tí nú verður bert róð 1000 metrar. Vagnur Michelsen metir um róðrarárið, sum nú er hálvrunnið

”Nummar átta longur fram, nummar sjey skjót á, tit liggja nokkso væl beint nú, KLÁRIR!”

Soleiðis sigur startdómarin, áðrenn skotið verður og manningarnar spenna í. Kappróðurin er av álvara byrjaður, og tríggjar stevnur eru longu avgreiddar. Róðrarárið 2014 er søguligt. Orsøkin er, at allir bátar rógva 1000 metrar á øllum sjey stevnunum. Hetta er ikki roynt áður í teimum fýrati árunum, at manningar hava kappast í skipaðari FM-kappingin við sjey stevnum. 2000- og 1500 metra teinarnirnir eru søga, og kappróðurin hevur fingið nýggjan ham. Í hesum sambandi hevur in.fo spurt Vagn Michelsen, sum skrivar um kappróður á blogginum Hvannrók, hvussu hann heldur, at nýggja átakið er eydnast.

 

- Eg eri ein av teimum, sum ikki er fegin um, at róð verður bara 1000 metrar, men hetta eru jú tað tepri meirilutin av feløgunum vilja. Ikki eri eg nøgdur við tríggjar tær fyrstu stevnurnar, tí vit stríðast framvegis við at fáa bátarnar avstað til tíðini. Vit mistu fyrsta hálva tíman á norðoyastevnu, og vit mistu lítlan tíma á eystanstevnu. Hetta er slett ikki nóg gott, tá ið vit hugsa um, at nú er bara ein startur, Vit kunnu ikki bjóða áskoðarum á bryggjuni og kring landi slíkt og ikki minst rógvarunum, sum mugu bíða ov leingi at sleppa at rógva. Teir skulu jú helst vita, nær tær skulu hita upp.

 

sigur Vagnur Michelsen, sum í mong ár hevur fylgt við kappróðri. Hann er tó fegin um, at fleiri bátastøddir hava betur úrtøku enn undanfarin ár.

 

- Vit kunnu fegnast um, at barnamanningar eru fleiri enn í fjør, at 10-mannaførini og 8-mannaførini eru fleiri, men spell, at størri kapping ikki er í 10-mannafarsróðrinum. Eisini spell, at menn ikki mannað Klaksvíking og Suðuroying, men heldur vilja rógva hvør ímóti øðrum í 6-mannafari,

 

sigur Vagnur Michelsen. Hóast ein bati er at hóma hvat úrtøku viðvíkur, metir Vagnur, at alt ov lítil kapping er í fleiri róðrum.

 

- Eg haldi, at stórur áhugi er fyri kappróðri kring landið, men tað liggur stór avbjóðing hjá feløgunum í framtíðini at fáa mannað fleiri bátar. Alt ov lítil kapping er í fleiri róðrum, og hetta er ógvuliga keðiligt. Áskoðarin vil jú hava spenning,

 

sigur Vagnur at enda.