Gerandisdagurin hjá nógvum familjum er hektiskur. - Vit hava nógv um oyruni, sum skal náast, áðrenn dagur er liðin. Foreldur skulu passa síni arbeiði, børn skulu til ítrótt og onnur frítíðarítriv.

Vágur bjóðar til nátturða

- Gev tær stundir, set teg niður og lat matin verða gjørdan til tín. Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag, har skipað verður fyri serstøkum tiltaki, har allir borgarar eru vælkomnir til nátturða.

Gerandisdagurin hjá nógvum familjum er hektiskur. - Vit hava nógv um oyruni, sum skal náast, áðrenn dagur er liðin. Foreldur skulu passa síni arbeiði, børn skulu til ítrótt og onnur frítíðarítriv.

Gerandisdagurin hjá nógvum familjum er hektiskur.

 

- Vit hava nógv um oyruni og nógv, sum skal náast, áðrenn dagur er liðin. Foreldur skulu passa síni arbeiði, børn skulu til ítrótt og onnur frítíðarítriv. Tá hesi eru yvirstaðin, tá stendur heimaarbeiðið og bíðar – skúlating skulu gerast, og tað sama skal nátturðin.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at millum dagliga resið, skal samvera og familjulívi kroystast inn. 

 

Fyri at lætta um, so fara tey í Vágs kommunu at skipa fyri einum matarkvøldi fyri familjum og einstaklingum.

 

- Vit bjóða íbúgvum nátturða í hølunum hjá Frelsurnarherinum, har høvið eisini er til hugna og samveru saman við teimum nærmastu og vinfólki.

 

Á matarkvøldinum ber eisini til at gera matpakkar til børnini, sum tey kunnu hava við í barnagarð og skúla dagin eftir.

 

Matarkvøldið hjá Vágs kommunu verður 23. november frá klokkan 17 til 20.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin at melda seg til, siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo - er leinkja, har tú kanst melda teg til tiltakið.

 

- Tilmeldingin er ikki bindandi, men verður bert brúkt sum ábending um, hvussu nógvur matur skal gerast, siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

Gerandisdagurin hjá nógvum familjum er hektiskur. - Vit hava nógv um oyruni, sum skal náast, áðrenn dagur er liðin. Foreldur skulu passa síni arbeiði, børn skulu til ítrótt og onnur frítíðarítriv.