Vágs kommuna fingið søguligan málning

Hjúnini, Jórun og Osmund Justinussen, hava latið Vágs kommunu ein serstakan málning sum er frá 1935.

Borgarstjórin, Bjarni Johansen, við málninginum, sum William Smith málaði í 1935.

Nú Ljósfest er í Vági, minnast mong aftur á tilknýtið til hesa tíðina, tá elektrisitet kom til Vágs. Millum hesi eru hjúnini, Jórun og Osmund Justinussen, sum hava ein málning frá Williami Smith, sum júst lýsir hesa tíðina. Henda málning hava tey nú latið Vágs kommunu til ognar, tí tey halda, at hann eigur at verða í Vági.

 

Tað siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

Um gávuna til kommununa, skriva Jórun og Osmund Justinussen soleiðis: 

 

"Á málninginum, sum er frá 1935, sæst, at William hevur málað útiljós á lyktapelum, inniljós í húsum, og øll ljósini sum speglast í sjónum - heilt vist nakað, sum hevur hugtikið William.

 

Á hugtakandi hátt sært tú frá Turkihúsinum og út á fiskastykkið, har stakkar av fiski liggja. Tí halda vit, at hetta er eitt upplagt høvið, nú tit hátíðarhalda 100 ára dagin, at Vágs kommuna fær málningin..."

 

Forvitnisliga frásøgnin hjá hjúnunum, sum nú hava latið Vágs kommunu málningin, kann lesast í fullum líki á heimasíðuni hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo 

 

- Vit eru sera takksom fyri hesa stórfingnu gávu. Málningurin kann síggjast á listaframsýningini, sum leygardagin klokkan 12 letur upp í Suðuroyar Sparikassa í Vági, siga tey í Vágs kommunu i dag.

 

Borgarstjórin, Bjarni Johansen, við málninginum, sum William Smith málaði í 1935.