Nú kvøldskúlaárið nærkast endanum, fer Vágs Kvøldskúli at skipa fyri framsýning.
Framsýningin verður í Aulini og í fimleikahøllini í Vágs skúla hin 28. apríl frá klokkan 15 til 18.
- Á framsýningini ber til at síggja, hvat ymisku kvøldskúlaskeiðini, eitt nú í veving, hondarbeiði, seyming og glasslist, hava arbeitt við.
Tað siga tey í Vágs kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at á degnum fáa skeiðsluttakarar, sum hava staðið royndina í dugnaskapi, prógv.
Umframt framsýning og prógvhandan, verða eisini tónlekaframførslur, og Marin H. Gaardlykke, næstforkvinna í mentamálanevndini, fer at halda røðu.
- Sum vant, er lagt upp til eina hugnaliga løtu aftur við einum kaffimunni, siga tey í Vágs kommunu.