Vágur: - Vit siga ja takk til oljuvinnu

Marin Gaardlykke, forkvinna í havna- og vinnunevndini, legði fram um virksemið í nærliggjandi oljufeltum, og hvussu virksemið hjá einari frálandahavn kann skipast

 

Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, beyð herfyri lokalu handverkarafyritøkunum, MR-EL, Tangavirkinum, Rock Trawldoors og Vágs Skipasmiðju á fund fyri at umrøða møguleikan hjá Vágs havn at gerast veitingarhavn, um Føroyar fara í oljuvinnuna.

 

Málið við fundinum var eisini at hyggja eftir, hvat ber til her og nú við verandi virksemi á teimum oljufeltum, sum liggja ein landssynning úr Føroyum.

 

Marin Gaardlykke, forkvinna í havna- og vinnunevndini, legði fram um virksemið í nærliggjandi oljufeltum, og hvussu virksemið hjá einari frálandahavn kann skipast. 

 

Fundurin varð hildin á kommunuskrivstovuni hjá Vágs kommunu gjáramorgunin.

 

- Her var møguleikin hjá Vágs havn sum møgulig frálandahavn umrøddur, útboð av MRO-tænastum (Maintenance, Repair og Overhaul/Operations), infrastrukturur og aðrar veitingar og tænastur í økinum.

 

Í Vágs kommunu verður sagt, at samskifti á fundinum var gott, og greitt varð eftir fundin, at hetta er ein uppgáva, sum kann lyftast í felag.

 

- Vinnumennarin í kommununi, Edith M. Samuelsen, fer í framhaldi av fundinum at lyfta uppgávuna til næsta stig og fyriskipa viðkomandi tiltøk og fundir hesum viðvíkjandi, siga tey í Vágs kommunu.