Vakmyndatól í einum skeinkistaði í Havn fingu ein týðandi leiklut í royndunum hjá løgregluni at uppklára eitt harðskapsmál í miðbýnum í Havn leygarnáttina.
Tað vóru tveir útlendingar, sum komu til ilnar í einum skeinkistaði, og avleiðingin av tí var, at annar maðurin varð bæði sligin, sparkaður og traðkaður.
Hann fór á Landssjúkrahúsið til eygleiðingar, men varð útskrivaður aftur leygardagin.
Men av tí at talan var um útlendingar, skuldi løgreglan gera alt kanningararbeiðið liðugt beinanvegin, áðrenn teir fóru av landinum aftur. Og tískið varð maðurin, sum var niðursligin longu í rættinum leygardagin, har hann gav sína vitnisfrágreiðing.
Men løgreglan sigur, at tey hava alla hendingina á einum vakmyndatóli, bæði á video og á fotomyndum
– Á myndunum av vakyndatólinum sæst øll hendingin týðiliga, so tær eru eitt ómetaliga hent prógv hjá okkum at hava, sigur løgreglan.
Gerningsmaðurin er skuldsettur fyri harðskap og verður boðsendur at koma til Føroya í rættin einaferð seinni, sigur løgreglan. Hann er dani, so tað er ongin trupulleiki at fáa han aftur til Føroya, sigur løgreglan.