Vaknaði tá hon fór til gravar

Ein trý ára gomul genta í Filipsoyggjunum vaknaði, júst sum hon skuldi jarðast.

Leygardagin staðfestu læknar á sjúkrahúsinum í býnum Aurora, at gentan var deyð. Sambært myndugleikunum komu starvsfólkini á sjúkrahúsinum til ta niðurstøðu, tí gentan hevði ongan puls longur.

 

Men tá tann opna kistan við gentuni var á veg til grøvina, varnaðust fólk í fylginum, at gentan flutti seg. Tey gjørdu sum vera man vart við seg, og pápi gentuna tók hana úr kistuni og fór á eitt sjúkrahús í grannalagnum við henni. Har varð skjótt staðfest, at gentan var á lívi.


Heilsumyndugleikarnir í Aurora duga ikki at siga, hvat í roynd og veru hendi, skrivar Reuters.