Vakri svanasongurin hjá Atla og Lars á Tórsvølli: Hoyr málið og dystarendan frá FM1

(FM1) Hoyr løtuna tá Rógvi Baldvinsson skorar sigursmálið, og løtuna tá sigurin móti Malta var staðfestur

##med2##

Liðskiparin við tí stóra hjartanum og tí stóru persónligheitini, Atli Gregersen slapp at enda á heimavølli við einum sigri, tá Føroyar vunnu 1-0 á Malta á Tórsvølli, og fingu síni fyrstu stig í hesari undankappingini. 

Lars Olsen er nú søguliga besti føroyski landsliðsvenjarin nakrantíð. Lars hevur nú níggju sigrar, sjey javnleikir og 39 tap, og tað er søguliga betri enn úrtøkan hjá Allani Simonsen tey átta árini hann var landsliðsvenjari. Allan fekk átta sigrar, sjey javnleikir og 37 tap. Allan gjørdi tað gott, men nú er Lars loksins betri enn Allan.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge saman við viðmerkjaranum, Jens Martini Knudsen greiða frá og seta orð á týdningarmikla sigursmálið hjá Rógva Baldvinsson.

2) Hoyr Trónd Arge siga frá seinastu løtuni, og lýsa sigurin og sigursmetið hjá Lars Olsen, og ikki minst góðu farvælgávuna hjá Atla Gregersen á Tórsvølli.

Tillukku við metinum Lars Olsen, og tillukku við sigrinum allur landsliðshópurin, og takk fyri løturnar á Tórsvølli Atli Gregersen. Heilsan vit á in.fo og vit á FM1.

 

(Hoyr frá FM1: Sigursmálið hjá Rógva Baldvinsson. Hoyr eisini dystarendan og fagnaðin aftaná)