Rúsdrekkakoyringin er nú komin í Løgtingið

Spurningurin um rúsdrekkakoyring – og vaksandi rúsdrekkakoyringina millum tey ungu, sum Sosialurin umrøður í dag, og sum blaðið hevur umrøtt áður, verður nú tikið upp politiskt.

Tað er Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum reisir málið í einum fyrispurningi til Dennis Holm, landsstýrismann á ferðsluøkinum.

 

Hann hevur sett landsstýrismanninum tveir grein 52 fyrispurningar um málið. Hann spyr landsstýrismannin soleiðis:

 

1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað vísir seg, at tølini fyri tey, sum verða tikin fyri rúskoyring, eru hækkað munandi seinastu árini – serliga í yngra endanum?

 

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta átøk í verk fyri at broyta hesa gongdina?

 

##med2##

 

Løgtingsmaður vísir á miðlaumrøða um, at talið á teimum, sum verða tikin fyri rúskoyring, er hækkað munandi seinastu fimm árini.

 

– Hetta ger seg galdandi í flestu aldursbólkum, men sum skilst er tað serliga í yngsta endanum, at trupulleikin er vaksin. Tað kunnu sjálvandi vera nógvar ymiskar orsakir til hetta, men tað broytir ikki, at tað er ein gongd, sum ikki er gagnlig fyri okkara samfelag. Tað er hin vegin ein gongd, sum er beinleiðis vandamikil, og tað var í miðlaumrøðuni nevnt, at tað í løtuni nærum bert verður bíðað eftir næstu deyðsvanlukkuni, har rúsdrekka ella annar rúsur er partur av hendingini.

 

##med3##

 

– Í hesum sambandi hevði verið áhugavert at vitað, um landsstýrismaðurin er tilvitaður um hesa gongdina, og um tað eru átøk, sum hann hevur í hyggju at fremja fyri at broyta gongdina, sigur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður.

 

Í Sosialinum í dag er stór samrøða við forkvinnuna í Ferðslutrygd, Jónhild Rasmussen, sum stúrir fyri negativu gongdini, har alsamt fleiri ung koyra ávirkað av rúsdrekka

Tað eri løgtingsmaðurin Eirikur í Jákupsstovu, sum hevur sett landsstýrismanninum í ferðslumálum fyrispurningin um rúsdrekkakoyring millum ung