Vaksina ímóti krabbameini kann bjarga fleiri

Kanningar vísa nú, at vaksinan, sum verður brúkt ímóti lívmóðurhálskrabba, verjir bæði kvinnur og menn ímóti fleiri øðrum sløgum av krabbameini. Í Danmark hevur tað havt við sær, at læknar í Keypmannahavn brúka vaksinuna til onnur enn ungar kvinnur.

Susanne Knudsen, sum er lækni á Frederiksberg, sigur við danska kringvarpið, at hon hevur vaksinerað seg sjálva og sína familju, og hon veiot, at fleiri aðrir læknar hava gjørt tað sama. Hon ásannar, at hetta er ikki í samsvari við tilmælini hjá heilsustýrinum, men hon er ikki í iva um, at hon ger tað, sum er rætt.

-Krabbemein er ein lívshættislig sjúka, og eg haldi, at ein hevur skyldu til at gera alt, sum gerast kann, fyri at fyribyrgja, at fólk fáa krabbamein. Tí haldi eg fast um, at tað er eitt gott hugskot at vaksisera fólk. Eisini tey, sum eru 50 ella 60, sigur Susanne Knudsen.