Vaksnir menn verja stoltleikan

8?mannafør: Ikki síðani 1970 hevur tað verið so lætt at drigið ein klaksvíksbát, sum tað leygardagin var at fáa Nevið Reyða upp á turt

 

Kappróður er ikki bara fyri blaðungar og lættar menn. Tað varð leygardagin rudduliga staðfest í Klaksvík. Miðalvektin á teimum umborð á Nevinum Reyða liggur um 160 pund, og teir eru ikki ársungar. Á toftini sita brøðurnir Sigfríður og Martin Venned. Tann fyrri er 37 ára gamal, og hin er 34. Hinir eru eisini í róðrarhøpi rættuliga tilkomnir. Stýrimaðurin, Bogi Joensen, er 28, á lærinum sita 28 ára gamli Fróði Waag og 30 ára gamli John Erik Frederiksberg, í rúminum eru 23 ára gamli Símun Esmar Vágsá og 28 ára gamli Hans Olsen, og á bógbekki eru 27 ára gamli Høgni Jacobsen og 30 ára gamli Livir Nysted.

Tilkomnir klaksvíkingar minnast, at tá spildurnýggi Klaksvíkingurin í 1970 vann norðoyarstevnuróðurin, so varð báturin borin av kátum viðhaldsfólkum. Síðani tá hava úrslitini verið minni góð, og róðrarfólkið hevur drigið bátarnar.

? Eg havi verið við síðani fyrst í níti árunum. Ongantíð áður havi eg hugt upp í luftina fyri at síggja bátin, men soleiðis var tað, tá vit skuldu fáa bátin upp á land leygardagin. Vit sluppu ikki framat at draga, og tað haldi eg sjálvsagt var stuttligt.

Hetta sigur Fróði Waag, sum umframt at rógva eisini er nevndarlimur í Klaksvíkar Róðrarfelag. Eftirnavnið bendir á Føroya Bjór, og bryggjaríið í Klaksvík er væl umboðað umborð á Nevinum Reyða. Ikki færri enn seks av teimum níggju arbeiða á Føroya Bjór!

Tað verður tætt

Allir umborð á Nevinum Reyða róðu eisini í fjør. Tá illneitaðust teir fleiri ferðir inn á seg sjálvar, tí teir eftir góðan start duttu afturav. Teir hildu seg fleiri ferðir ganga burtur frá tí, sum teir frammanundan høvdu avtalað.

? Hesa ferð var eingin trupulleiki. Men høvuðsorsøkin var tann, at vit í ár eru so nógv betri fyri, enn vit vóru í fjør, heldur Fróði Waag.

Hann sigur eisini, at teir kendu seg vera væl við, tá tey tredivu tøkini í startspurtinum vóru tikin, og tá teir róðu framvið Kósabrúnni, kendu teir seg vísar í at vinna:

? Tað var besta kenslan, sum vit nakrantíð hava havt í kappróðri, at vit í heimasjógvi so at siga kundu njóta sigurin saman við hinum klaksvíkingunum.

Nevið Reyða var gott og væl leyst av hinum bátunum, tá teir komu á mál. Men umborð á Nevinum roknar teir við stórari kapping frá spildurnýggja Knørri.

? Eg rokni við, at vit hava vant meiri enn teir, so tað verður ivaleyst spennandi í summar. Teir umborð á Knørri eru allir royndir rógvarar, og teir vilja sjálvandi vinna við nýggja bátinum. Argjabáturin og Kvívíkingurin eru altíð vandamiklir, so vit mugu rættuliga spíla okkum út. Men sigurin á norðoyarstevnu kann eingin taka frá okkum, staðfestir Fróði Waag.