Vakstrarpakki við visjónum

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, legði í morgun fram ein vakstrarpakka við 23 ítøkiligum átøkum, sum skulu skapa Føroyum fleiri bein at standa á vinnuliga

Vinnumálaráðið og landsstýrið annars hevur í eina tíð arbeitt tætt saman við vinnuni fyri at finna fram til ætlanir og átøk, sum kunnu verða við til at skapa vøkstur lutfalsliga skjótt, og eisini kunnu setast í verk rímiliga skjótt.
Tað hevur verið umráðandi fyri okkum, at hesi átøkini kunnu setast í gongd skjótt, at tey kunnu fíggjast, og at tey spenna so vítt sum gjørligt, og harvið skapa so nógv arbeiðspláss sum gjørligt, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Átøkini, ið stungin eru út í kortið, eru innan fýra bólkar, og teir eru Betra um vinnuligu karmarnar, Átøk at menna nýggjar vinnur, Førleikamenning og útbúgving og Marknaðarføring av Føroyum.
Tá tosað verður um útbúgving og førleikamenning, so tosa vit um bæði vinnuligar útbúgvingar og eftirútbúgvingar og útbúgvingar av fólki, sum eru í vinnu annars. Hetta verður eitt nú gjørt í samráð við Mentamálaráðið. Og so er tað eisini økið innovatión og tað, sum hoyrir harundir, sigur Johan Dahl.
So er eisini talan um marknaðarføring av Føroyum, og hon er býtt upp í tvey, at marknaðarføra Føroyar sum íleggjaraland og sum ferðamannaland.
- Vit hava lagt dent á, at talan er um átøk, ið lata seg gera, heldur enn at tosa um »luftballónir«, sum ongantíð kunnu førast út í lívið. Tað haldi eg, at vit hava sæð nóg mikið til seinastu árini, sigur Johan Dahl.

Matstovuvinnan mennast
Eitt av mongu ítøkiligu uppskotunum í vakstrarpakkanum er, at matstovuvinnan skal mennast.
- Eitt av mínum persónligu áhugamálum er júst matstovuvinnan. Eingin er fyrr komin við nøkrum ítøkiligum hugskoti um, hvussu vit gera hetta, hóast nakað av fokus hevur verið á hesa vinnuna. So vit hava nýtt nakað av tíð at hyggja eftir, hvat onnur uttan um okkum hava gjørt á hesum økinum, sigur Johan Dahl.
Hann heldur, at tað er ógvuliga umráðandi, at skulu vit gera okkum ætlanir um Føroyar sum eitt ferðafólkaland, og skulu vit menna Føroyar sum eitt land, har vit draga fólk til við eitt nú skeiðsvirksemi og øðrum, so mugu vit syrgja fyri, at skaa neyðugu karmarnar.
- Og eitt tað mest umráðandi á tí økinum er júst matstovuvinnan. Har er neyðugt, at vit fáa ta vinnuna at virka, og tað ger hon ikki í løtuni, sigur Johan Dahl.
Spurningurin er so, hvussu landsstýrið politskt kann bøta um hetta.
- Í hesari vakstrarætlanini havi eg so mælt til, at hugt verður nærri at mvg-skipanini. Í londunum rundan um okkum eru lægri satsir á mvg til matstovuvinnuna, í Íslandi 7%, Noregi 14% og eisini í Fraklandi er sama skipan. So tað ræður um at finna røttu skipanina, so tað gerst áhugavert hjá teimum, sum eru í vinnuni, sigur Johan Dahl.
Hann heldur, at hetta hevur stóran týdning, um vit ætla okkum at fáa meiri burtur úr ferðamannavinnuni.

Partvíst fíggjað
Tað serliga við hesum vakstrarpakkanum er, at hann er ikki tengdur at, at milliónir verða spýttar í ætlanirnar. Fleiri av økjunum eru longu framman undan á fíggjarlógini.
- Øki, sum til dømis skipasmíð, heiluvágsframleiðsla og virking av uppisjóarfiski standa longu á fíggjarlógini ella eru samráðingar í gongd við privatar aktørar um fígging. So fyri nógvum av tí, ið nevnt verður, eru lunnar longu lagdir – sjálvandi við teirri fyritreyt, at fíggjarætlanin verður samtykt í tí líki, sum hon liggur í løtuni, sigur Johan Dahl.
Tí hevur landsstýrismaðurin eisini góðar vónir um, at úrslit av vakstrarpakkanum fara at síggjast innan alt ov langa tíð.
- Taka vit til dømis eitt punkt, sum eitur virking av uppisjóvarfiski, eitt sera áhugavert punkt, so eru ábendingar um, at hetta kann koma í gongd aftur innan heilt stutta tíð. Og tað er gleðiligt, tí hendan vinnan hevur rættiliga stóran týdning, og hetta er eisini eitt mál, ið vit hava arbeitt við í rættiliga langa tíð, sigur Johan Dahl.
Hetta er eisini nakað, ið Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, hevur lagt dent á í sínum uppleggi til vakstrarpakkan, at hendan vinna fær so góðar karmar at virka undir, sum tilber.

Alment kjak
Nøkur av hinum ætlanunum eru meiri tengd at sjálvari fíggjarætlanini.
- Taka vit eitt nú bygging av nýggjum havrannsóknarskipi ella bygging av nýggjum Nólsoyarskipi, so eru hetta mál, ið eru tengd at játtanini á fíggjarlógini, eins og eisini aðrar ætlanir eru tengdar at tí sama. Men eg ivist ikki í, at tað, ið er nevnt her, og sum hevur fingið fígging, verða gjøgnumførd, sigur Johan Dahl.
Hann hevur somuleiðis góðar vónir um, at teir partar, har samráðst verður við hitt privata um fígging, fer at síggja dagsins ljós.
- Tað umráðandi er, at tað er ikki ein ætlan, sum Johan Dahl ella vinnumálaráðið eigur einsamalt. Hetta er ein ætlan, sum er framd í einum tøttum samstarvi millumn ráðini og ikki minst við vinnuna, og tað er júst vinnan, sum í fleiri førum hevur víst á møguleikar og ætlanir, so vit kunnu fáa meira virksemi í samfelagnum, sigur Johan Dahl.
Tað er út frá hesum, at ætlanin er gjørd, og tí trýr landsstýrismaðurin eisini upp á, at tað letur seg gera at føra hana út í lívið.
- Ætlanin er løgd út á heimasíðuna hjá vinnumálaráðnum, og har ber til hjá einum og hvørjum at fara inn at gera sínar viðmerkingar ella koma við íblástri til ætlanina. So eg vóni, at hetta fer at føra eitt kjak við sær í almenna foruminum, sum kann verða við til at stuðla upp undir nakað positivt fyri føroyska samfelagið, sigur Johan Dahl.
Samlaða ætlanin um vakstrarpakkan verður løgd fyri Tingið til eitt aðalorðaskifti innan fyri einar tvær vikur.