Vaktarhaldið verður strangari

Heitt verður á bátar, sum einki hava við róðurin at gera, um at halda seg burtur frá róðrarøkinum, so teir ikki vera rógvarum og teimum, sum hava ábyrgina av róðrinum, til ampa.

Soleiðis plaga lýsingarnar at ljóða undan kappróðrunum. Kortini kemur tað meiri enn so fyri, at bátar eru í so tætt at róðrarøkinum, og hetta órógvar - eisini á Skálafjørðinum har tað annars er gott pláss.

Soleiðis verður tað ikki í dag. Nevndin í Kappróðrarfelagnum NSÍ hevur heitt á Fiskiveiðueftirlitið um at syrgja fyri, at bátar ikki koma ov tætt at róðrarøkinum. Ein av smáu bátunum hjá eftrlitinum fer at sigla vestanfyri róðrarøkið og harvið at syrgja fyri, at aðrir bátar enn teir, sum skulu taka lut í róðrinum á Eystanstevnu ella hjálpa til við róðrinum, ikki koma ov tætt at róðrarøkinum.

Líkindini at rógva kapp á Skálafjørðinum í dag eru hampuliga góð. Tað er turt og yvirskíggjað og 8 stig. Lotið - 3-6 metrar um sekundið - er av landnyrðingi, og tí verður tað undan at rógva.

Farið varð undir barnaróðurin klokkan 13, og klokkan 15 verður farið undir hinar róðrarnar.