Vaktarlækni í Danmark arbeiddi 67 dagar út í eitt

Mánaðarlønin hjá einum einstøkum vaktarlækna hevur fleiri ferðir ligið oman fyri 400.000 krónur.

 

 

 

Danskir læknar, sum starvast á læknavaktini í fulltíðarstarvi, kunnu arbeiða rættiliga nógvar dagar út í eitt, tí hesir eru sjálvstøðugir vinnurekandi, sum ikki eru fevndir av arbeiðsumhvørvisreglum.

Ein nýggjur dokumentarur hjá DR setir eitt atfinningarsamt fokus á skipanina við vaktarlæknum í fýra av fimm donskum regiónum.

 

Í sendingini kemur eitt nú fram, at ein røð av vaktarlæknum tjena so nógvar pengar við at arbeiða í læknavaktini á fullari tíð, at talan er um fleiri miljónir um árið.

 

Dokumetarsendingin hjá DR kallast "Sjúklingar á samlibandi", og her verður hugt við atfinningarsomum eygum eftir vaktarlæknum sum eru akkordløntir í Región Sælandi, Norðsæland, Miðjútlandi og Suðurdanmark. Jú, fleiri sjúklingar, læknarnir hava á hvørjari vakt, jú størri verður ómakslønin.

 

Í regiónini, sum fevnir um høvuðsstaðin, er skipanin ein onnur, tí her eru læknar og sjúkrarøktarfrøðingar á læknavaktini tímalønt. 

 

Dokumentarurin setir eisini fokus á, at tað eru nakrir læknar, sum arbeiða rættiliga nógvar dagar út í eitt, og sambært DR megnaði ein lækni í einari av regiónunum at arbeiða heili 67 dagar út í eitt, áðrenn viðkomandi hevði ein frídag.

 

Sambært felagsskapinum hjá praktiserandi læknunum (PLO), sum rekur læknavaktirnar í teimum áðurnevndu fýra regiónunum, verður í dokumentarinum víst á, at vaktarlæknar tjena í miðal 1000 krónur um tíman. Men, við teirri akkordskipan og teimum mongu arbeiðsdøgunum út í eitt, kunnu læknar tjena upp í fleiri miljónir krónur um árið.

 

Jydske Vestkysten, sum eisini hevur viðgjørt hesi viðurskifti, hevur áður víst á, at mánaðarlønin hjá einstøkum læknum fleiri ferðir hevur ligið oman fyri 400.000 krónur í tíðarskeiðnum millum byrjanina av 2018 til og við august 2020. 

 

- Í hesum tíðarskeiði hevði ein einstakur lækni í tí, sum danir rópa Syddanmark, tjent tilsamans 8,8 miljónir krónur fyri sítt arbeiði á læknavaktini. Roknað yvir teir 32 mánaðirnar, sum talan her er um, gevur hetta eina miðal ársinntøku á 3,3 miljónir krónur, skrivar Jydske Vestkysten.