Vaktarskifti á “brúnni” í Kristnastovu

Ovari salur í Ebenezer var fullsettur mikukvøldið 13. august, tá nýggja dagliga leiðslan í Kristnastovu tók alment yvir. Nýggju fyristøðuhjúnini í Kristnastovu eru Dora og Niels Pauli Nónstein. Dora er úr Havn, meðni Niels Pauli er úr Hvalba. Bæði hava havt sítt andaliga heim í brøðrasamkomuni - Dora í Ebenezer og Niels Pauli í Vitninum.

Fleiri av teimum, sum vóru møtt upp, vóru núverandi og fyrrverandi útisetar í Keypmannahavn, sum gripu møguleikan at líta afturá saman við góðum vinum frá tíðini í Kristnastovu, bæði á Oxford Allé og á Birmavegi 36. Hetta kom til sjóndar, tá tað varð boðið til drekka í niðara sali eftir møti – nógv góð og kær minnir vórðu væl skolaði niður við einum góðum kaffi- ella temunni. Góð minnir eru varðar á okkara lívsleið.


Møtið var tilrættislagt í eyðkendum Kristnastovustíli, har einki var latið til tilfeldigheitirnar, men alt gekk eftir eini neyvari skrá, og tað má sigast, at tað eydnaðist sera væl at fáa nógv inn í skránna uttan at møtið varð langdrigið.


Felagssangurin, sum vóru sangir, ið vanliga verða sungnir í Kristnastovu fríggjakvøld, fyltu ovara sal í Ebenezer við gleði og lovsangi, júst soleiðis sum mong av okkum hava upplivað felagssangin í Kristnastovu. Tað var Jóannes á Váli, sum hevði undirspælið, ið sjálvur hevur verið útiseti og havt sína dagligu gongd í Kristnastovu.


Gula føraratroyggjan

Tað var ein fyrrverandi útiseti, Henry Olsen, sum leiddi møti, og gjørdi hann hetta við síni eyðkendu útstráling, sum er eitt týdningarmikið aktiv hjá einum, sum skal leiða eina almenna samkomu. Henry legði út við eini skemtiligari samanbering úr altjóða súkklukappingini, har førarin altið er í gulari troyggju, og helt fyri, at “í kvøld skuldi Øssur verið í eini gulari troyggju og so skuldi hann og Niels Pauli býtt um troyggju á talarastólinum.” Við hesari viðmerking eydnaðist tað Henry, samstundis sum fólkið treiv í ein góðan látur, at undirstrika fyri okkum øllum, at vit eru komin her í kvøld til tess at markera eitt vaktarskifti í Kristnastovu frá í dag at rokna.


Varðin

Eisini nevndi Henry, at búmerkið hjá Kristnastovu hevur øll hesi árini verið ein grótvarði. Tí hevur ein lagaður varði staðið í urtagarðinum í Krstnastovu øll árini, sum ein vitnisburður um visjónina aftanfyri virksemi í Kristnastovu – at vísa føroyingum, sum kanska koma í andaligt myrkur í stórbýnum, leiðina at ganga. Nógvir eru vitnisburðarnir eftir 35 árum.


Ikki arbeiðsleys

Tað man hava verið við blandaðum kenslum, kanska eitt slag av sorgblídni, at Susan og Øssur hava upplivað hesa løtuna í Ebenezer, tí eftir at hava staðið við høvuðsleiðsluni í 35 ár, flyta tey samstundis av Amager og út í Ganløse, í útjaðarin av Keypmannahavn. Har hava tey keypt eina íbúð, sum tey eisini eru flutt inn í.


Men Øssur og Susan koma ikki at ganga fyri einki, hóast umsitingin av Kristnastovu ikki longur er á dagsskránni. Øssur hevur ígjøgnum hesi 35 árini bygt upp eina dygdargóða og høgt metta sjúkratænastu millum Føroyingar bæði á Rikissjúkrahúsinum og á Hotel Tórshavn. Hesa tænastu koma Øssur og Susan framvegis at røkja, og kanska verður meiri tíð til júst hesa tænastu nú.


Niels Pauli og “royndartalan”

Einki er tað at ivast í, at bæði Susan og Øssur og nevndin fyri stovnin eru fegin um nýggju fyristøðufólkini, tí, sum Jens Wang tók til í síni talu, at “Dora og Niels Pauli eru ímillum tey bestu at fara inn í hesa stóru uppgávuna.” Niels Pauli hevði eisini eina talu hetta kvøldið. Onkur spurdi kanska, um hetta mundi vera hansara royndartala, sum man onkuntíð hevur hoyrt um, tá prestar verða innsettir. Tað man ikki vera, tí “royndartaluna” hevur Niels Pauli havt fyri langari tíð síðani. Niels Pauli hevur nevniliga lisið í fleiri ár í Keypmannahavn, har hann hevði sina dagligu gongd úti í Kristnatsovu, og hevur í fleiri ár verið ein av regluligu talarunum har; so fólkið í Kristnastovu veit hvat tey fáa og Niels Pauli og Dora vita hvat tey fara inn til.


Niels Pauli tók nakað soleiðis til í taluni: “.........vit ynskja at nýta tær náðigávuir, sum Gud hevur givið okkum.........eru vit skyld frá Kristusi, megna vit einki...............vit ynskja, at Kristnastova skal vera ein frístaður fyri føroyingar í stórbýnum og eitt stað har teir búnast andaliga og verða gjørdir til reiðar til eitt gott verk í samkomunum í Føroyum............vit ynskja at Kristnastova skal vera opin fyri landsmonnum okkara har snarhjálp er neyðug..........”


Hugleiðingar

Jóhan Restorff og Arnstein Niclasen, sum báðir hava sitið í nevndini fyri Kristnastovu frá byrjan av, høvdu hvør sínar hugleiðingar um tíðina áðrenn Kristnastovu og um tíðina, tá arbeiðið byrjaði í 1973. Jóhan var sjálvur útiseti í Keypmannahavn í fimtiárunum, og hann minnist hvussu gott og styrkjandi tað var fyri bæði sál og anda, mitt í tí øgiliga meldrinum í stórbýnum, at møtast við sínum landsmonnum at syngja andaligar sangir, hoyra eitt Guds orð og hava andaligt samfelag: “Tá var eingin Kristnastova, men privatpersónar, í brøðrasamkomuni í Keypmannahavn, lótu sítt heim upp fyri okkum tá mangir av okkara landsmonnum einans høvdu eitt lítið kamar at húsast í undir allari lestrar- og læritíðini.”


Tað lá heilt greitt ímillum orðini hjá Jóhan, at orsaka av síni bakgrund í stórbýnum uttan Kristnastovu, var tað ein sjálvfylgja fyri hann at taka fult og heilt undir, longu frá byrjanini, við Kristnastovutankanum hjá Øssuri og Susan.


Arnstein Niclasen hevði áhugaverdar og skemtiligar hugleiðingar um hvussu leiðandi brøður í samkomuni í Ebenezer fótaðu sær, tá teir á fyrsta sinni hoyrdu um ætlanina at keypa eini hús í Keypmannahavn til føroyskt andaligt virksemi. Kostnaðurin lá væl omanfyri 300.000 krónur, sum var nógvur peningur í 1973, so tað var væl skiljandi um onkur av teimum ikki svølgdi bitan við tað sama. Fyrsti fundurin, sambært gerðabókini, var 25. mei í 1973 og Arnstein fekk til uppgávu at kunna nakrar av hesum monnum um verkætlanina: “Herluf Arnason segði, “snýr tað seg um tey fortaptu, so eri eg við.” “Dánjal á Dul segði: “Verður ein sál frelst, so hevur tað loyst seg.” “Knút Háberg segði:”Hetta húsið kann verða ein útstraktur armur til Føroyingar í Keypmannahavn.”


Eisini kagaði Arnstein niður í fyrstu viðtøkurnar fyri húsi: “Í húsinum skula verða møtir og onnur tiltøk til tess at røkka føroyingum í Danmark við evangeliinum. Eisini eigur virksemi at vera ein styrki fyri føroyingar, sum eru komnir illa fyri.”


Bæði Jóhan og Arnstein kunnu í dag, sum trúgvir nevndarlimir, gleða seg yvir, at høvuðsvisjónin hjá Kristnastovu er óbroytt og at Harrin hevur ríkiliga viðurkent arbeiði við tað, at mong takka Gudi í dag fyri tann útstrakta arm, sum varð rættur teimum úr Kristnastovu tá ringast stóð til.


Samrøður

Sigur Vang hevði samrøður við bæði Øssur, Susan og Doru. Hann spurdi Øssur hvussu tankin kom av fyrstum tíð at byrja arbeiði. “Vit vóru í einum evangeliseringsarbeiði í Danmark, sum kallaðist Operatión Josva. Tað var meðni vit vóru har, at vit sóu tørvin ímillum føroyingar í Danmark.”


Susan varð spurd hvussu hon av fyrstum varð kallað at fara út í Harrans verk: “Eg arbeiddi á eini tannlæknastovu í London. Meðni eg stóð og blandaði til eina tannfylling, kom tað so sterkt til mín at hetta arbeiði kunnu fleiri onnur gera, men tú átti at brúkt lív títt til eitt arbeiði, sum ikki øll kunnu gera.”


Eisini spurdi Sigur, Doru, hvat hevur verið við til at leiða tey inn í hesa tænastuna. “Vit búðu í Keypmannahavn frá 1995 til 2002, og vit komu regluliga í Kristnastovu og kenna viðurskiftini har.” Tað skiltist av svarinum hjá Doru, at hetta tíðarskeiði hevur verið við til at fyrireika og leiða tey inn í hetta arbeiði.


Eingin av okkum ivast í, at Kristnastova kom í tøkum tíma hjá mongum. Hesi 35 árini hevur arbeiði ment seg við nógvum virkisgreinum, sum líkjast eini føroyskari kristnari sendistovu í Keypmannahavn. Tað eru heldur ikki so fáir hýruvognsførarar í Keypmannahavn, sum ikki vita betur enn, at tað stóra hvíta húsi á horninum Backersvej/Birmavej, við tí stóra urtagarðinum, er tann Føroyska ambasadan í Danmark.


Vit eru øll kallaði at vera sendiboð/ambassadørar Kristusar her á jørð. Hetta hevur Kristnastova roynt at verið í 35 ár. Vit ynskja Kristnastovu og nýggju fyristøðuhjúnunum góðan byrð framyvir.



Poul Jóhan Djurhuus

[email protected]