Vaktarskifti á gomlu marinustøðini

Hósdagin 21. oktober var almenn móttøka á Tjarnargarði við Hoyvíksvegin í Havn í sambandi við at eldraíbúðirnar eru lidnar. Tjarnargarður er fyrrverandi Marinustøðin, sum Tórshavnar býrðað hevur keypt og innrættað til eldraíbúðir

Gott 200 fólk vóru savnaði á Tjarnargarði hósdagin 21. oktober, tá almenn móttøka var á Tjarnargarði í sambandi við at eldraíbúðirnar vóru lidnar.

Røður vórðu hildnar av Jan Christiansen, borgarstjóra, Beatu L. Samuelsen, formanni í sosialu nevnd hjá býráðnum, og Hensiu Einarsson, leiðara á Tjarnargarði. Eisini var sangframførðsla av Sannu í Brekkunum.

Jan Christiansen segði m.a., at tað var honum ein stór gleði at vera við til hátíðarløtuna, nú eldraíbúðirnar á Tjarnargarði eru lidnar. Tað er eisini at gleðast um, at Tjarnargarður fer at hava dagheim til minnisveik.

At Tjarnargarður eisini fer at hava tilboð um fyribyrgjandi venjingar við fysio- og ergoterapi fer at gera, at tey gomlu kunnu varðveita førleikan longri og harvið hava eina betri lívsgóðsku. Tað minkar eisini um tørvin á røktarheimsplássum.

Hensia Einarsson segði m.a. at tað er eitt privilegium at vera leiðari á Tjarnargarði. Karmarnir eru framúr góðir og starvsfólkið sera motiverað.

Stovnurin skal hýsa ymiskum virksemi, og enn er bert fyrsti parturin komin í gongd, nevniliga búparturin við 10 búfólkum.

Tjarnargarður hevur nógvar áhugaverdar grannar, m. a. Adventistaskúlan og ein barnagarð beint yvirav. Tað er so upplagt at fáa samstarv í lag við hesar stovnar. Tað er mín vón, at Tjarnargarður verður eitt livandi stað, har generatiónirnar koma saman til gleði og gagn fyri øll.

Eisini hevði Hensia eina heilsan til umboðini fyri Færøernes Kommando. "Tak for at I solgte Marinestationen til Torshavns kommune. Da jeg var ung, følte jeg mig velkommen på Marinestationen, lidet anende, at vi nu kan gøre gengæld. Skulle I få brug for de tjenster, vi yder her på stedet, er I selvfølgelig velkomne".