Vaktarskipan hjá sjúkrarrøktarfrøðingum broytt

Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava gjørt eina fyribils semju, ið er galdandi í ein mánað frá 19. mars 2020 til 15. apríl 2020 um broyttar vaktarskipan í hesum korona-tíðum

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við semjuni.


Semjan verður endurskoðað eftir tørvi, sum støðan í landinum broytist. Verandi sáttmáli er galdandi, við niðanfyristandandi undantøkum:

· Møguleiki er at leingja vaktirnar, so tær í mesta lagi verða 12 tímar, men tá eru seinastu 4 tímarnir at rokna sum yvirtíð. Fyri fastlønt starvsfólk verða hesar 12 tímars vaktir roknaðar soleiðis: Allir arbeiddir tímar fara í normin og tímarnir millum 8 og 12 geva 50% eyka til avspáking ella útgjald. Fyri tímalønt verður vaktin roknað soleiðis: 8 vanligar tímar + 4 úrtíðartímar.

· Mest loyvda vikutímatal er 60 tímar íroknað yvirtíð, um ikki annað er avtalað í hvørjum einstøkum føri.

· Undantak verður givið til planlagt úrtíðararbeiði.

· Undantak verður givið til at sjúkrarøktarfrøðingar kunnu flytast millum deildir, har hædd verður tikin fyri førleikum og støðu hjá tí einstaka.

· Sjúkrarøktafrøðilesandi frá eind 1 til 14 fáa 85% av lønartrin 1 í galdandi lønartalvu umframt eftirløn og Sjúkrarøktafrøðilesandi í eind 15 og 16 fáa 95% av lønartrin 1 í galdandi lønartalvu umframt eftirløn.

· Hvílitíðin skal ongantíð fara niður sum 8 tímar um døgnið.