Vaktu ans í Tipsbladet

Danske Tipsbladet plagar at fylgja við tí mesta, sum fyriferst innan fótbóltin, og tað vakti ans á redaktiónini, tá føroyski U21-sigurin móti Russlandi var veruleiki. Undir yvirskriftini »Færøsk sensation« verður avrikið hjá føroyska liðnum lýst sum størsta sensatiónin á føroyskari fótbóltsjørð. Víst verður í hesum sambandi á, at størsta bragdið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum yvirhøvur fór fram á uttanveltaðum vølli í Svøríki.