Viðhvørt kann tað loysa seg at vera á Facebook. Tað kann 18 ára gamla Anna Helena Ejdesgaard í hvussu so er ásanna. Fyri hálvumøðrum mánaði síðani fekk hon ein teldupost umvegis Facebook, har hon bleiv spurd, um hon var áhugað í at luttaka í kappingini um at gerast Miss World Denmark 2012.
Lisa Lents skrivaði
Telduposturin var frá donsku Lisu Lents, sum er fyrireikari av stóru kappingini. Lisa Lents hevur sjálv luttikið í Miss World og er eisini kend frá eitt nú Vild med Dans á TV2.
- Lisa Lents hevði lagt merki til myndirnar hjá mær á Facebook og vildi gjarna hava meg at luttaka í Miss Danmark. Eg helt beinanvegin, at tað ljóðaði áhugavert og spennandi, greiðir Anna Helena Ejdesgaard frá. Hon svaraði tó ikki teldupostinum alt fyri eitt, tí áðrenn hon tók endaliga avgerð um at luttaka, vildi hon práta við foreldrini um hetta.
- Mamma og babba vóru sjálvandi glað mína vegna, men tey vóru eisini eitt sindur skeptisk, eins og flest onnur foreldur nokk høvdu verið, sigur Anna Helena Ejdesgaard, sum býr í Hoyvík. Í løtuni gongur hon á øðrum ári í studentaskúlanum í Hoydølum.
Eg spældi professionell
Eftir at Anna Helena Ejdesgaard hevði tikið avgerð um at luttaka í kappingini, gekk ikki long tíð, áðrenn hon var í Keypmannahavn til eitt sokallað photo-shoot, har Anna Helena Ejdesgaard bleiv style´að, myndir vórðu tiknar, og hon gjørdi eisini samrøðu til heimasíðuna hjá donsku avísuni BT. Hóast Anne Helena Ejdesaard als ongar royndir hevur sum modell, kendist tað natúrligt at standa framman fyri myndatólinum og øllum teimum fólkunum, ið vóru til staðar undir myndatøkuni.
- At byrja við var eg eitt sindur nervøs, men so hugsaði eg, at tey vóru øll von við hetta, so eg mátti bara spæla professionell, og tað gekk eisini fínt, greiðir Anna Helena Ejdesgaard frá. Til myndatøkuna vóru umboð frá BT, ið tóku alt upp á video, sum í hesum døgum eisini er at síggja á heimasíðuni bt.dk. Í videobrotinum sæst Anna Helena Ejdesgaard í vøkrum kjóla og í bikini.
- Tað var eingin trupulleiki at skula vera í bikini framman fyri fólkunum, sum vóru til staðar. Tey vóru øll líka fitt og professionell, og so góvu tey mær eisini okkurt tipp um, hvussu eg skuldi gera framman fyri myndatólinum, sigur Anna Helena Ejdesgaard.
Lærir seg catwalk
Anna Helena Ejdesgaard skal dystast í Danmark ímóti 19 øðrum vøkrum sprundum tann 18. mai, og í løtuni roynir hon dúgliga at fyrireika seg til stóra dagin í mai.
- Eg royni at læra meg at ganga catwalk. Eg gangi fyri vinfólkunum, og so royna tey at koma við viðmerkingum og góðum ráðum, fortelur Anna Helena Ejdesgaard. Til kappingina skal hon ganga catwalk fyri dómarum og áskoðarum, og harafturat skal hon vísa eitt talent á pallinum.
- Til tann partin av kappingini havi eg valt at gera mína egnu fimleikaseriu, og hana royni eg eisini at venja fram til kappingina, sigur Anna Helena Ejdesgaard, sum hevur íðkað fimleik hjá Havnar Fimleikarfelag. Seinastu sjey árini hevur hon verið á kappingarliðum og hevur millum annað luttikið í kappingum um heimsmeistaraskapin í estetiskum fimleiki.
Hóast nógv eygu fara at vera á henni tann 18. mai, hugsar hon ikki stórvegis um útsjóndina.
- Eg eri von við at venja nógv frá fimleikinum, men akkurát nú royni eg at renna eitt sindur eyka, soleiðis at kroppurin sær gott út til kappingina, sigur Anna Helena Ejdesgaard, sum tó viðgongur, at okkurt bommið verður etið:
- Vanliga eti eg sunt, so tað er eingin stórur trupulleiki, men tað er ikki soleiðis, at eg als ikki eti góðgæti, tí tað geri eg, tá eg havi hug til tað, sigur Anna Helena Ejdesaard, sum fegnast um at hava fingið møguleikan at luttaka í Miss World Denmark 2012.
- Eg havi stóran áhuga fyri móta og havið altíð havt hug at roynt meg sum modell. Eg havi bara ongantíð fingið kjansin, sigur Anna Helena Ejdesgaard. Nú hevur ungi føroyingurin so fingið møguleika at kappast um at gerast vakrasta kvinnan í danska ríkinum. Vinnur hon ta kappingina, sleppur hon at dystast um at gerast heimsins vakrasta í altjóða kappingini Miss World, sum í ár verður hildin í Kina tann 18. august.