Vakurt vetrarveður til vikuskiftið

Óstøðug køld luft við vetrarælum liggur rundan um Føroyar. Í dag mennist eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi og ferðast spakuliga í ein landsynning og fer framvið sunnan fyri Føroyar fríggjanáttina. Síðani kemur aftur ein kaldur streymur við vetrarælum inn yvir Føroyar av norðri.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vetraræl. Hitin millum 2 kuldastig og 5 hitastig.

 

Í morgin

Fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s, um náttina fyrst av landnyrðingi og seinni øtlar hann vindin í lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 2 kuldastig og 5 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, seinni av norðri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og sólglottar, ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin úr frostmarkinum upp í 5 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og 4 hitastig.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum lækkar í ein eystan og landsynning. Um náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og í støðum okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig, um náttina niður í 6 kuldastig, men út á náttina veksur hitin til millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Sunnudagin

Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, um kvøldið støkkur hann vestur um í vestan og útnyrðing. Skýggjað og regn. Um náttina klárar tí, tó ælaveður. Hitin millum 2 og 6 hitastig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, um náttina lækkar hann í sunnan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður. Um náttina skýggjað og regn. Hitin millum 3 og 7 stig.