Val í Finnlandi í dag

Ríkisdagsval er í Finnlandi í dag. Eru meiningakanningarnar álítandi, fara teir stóru flokkarnir at fáa næstan líka nógvar atkvøður. Men kanningarnar vísa eisini, at nógvir finskir veljarar snara til høgru hesaferð.

Tann liberalkonservativi Savningarflokkurin verður væntandi størsti flokkur, men í hølunum á honum koma Miðflokkurin og Sosialdemokratarnir. Harafturat vísa kanningarnar, at høgraflokkurin Sannir Finnar fær fýra ferðir so stóra undirtøku sum á valinum í 2007 og verður næstan líka stórur sum hinir.

Eygleiðarar siga, at tað er so javnt millum teir stóru flokkarnar, at tað ber als ikki til at siga, hvør fer at leiða ta næstu stjórnina. Í núverandi samgonguni er Miðflokkurin, Savningarflokkurin, Tey grønu og Svenski fólkaflokkurin.