Í dag er tjóðartingsval í Litava, og alt bendir á, at valið fer at elva til eitt stjórnarskifti.
Roknað verður við, at høgraflokkurin hjá Andrius Kubilius, forsætisráðharra (myndin) fer at missa valdið, og at sosialdemokratarnir við fyrrverandi fíggjarmálaráðharranum Algirdas Butkevicius sum formanni fara at skipa stjórn saman við einum øðrum vinstraflokki.
Undir valstríðnum hava flokkarnir á vinstravonginum lovað at hækka minstulønina og at broyta inntøkuskattin. Teir ætla eisini at bøta um samskiftið við Russland.