Aksel V. Johannesen, løgmaður, endaði sína ólavsøkurøðu við at boða frá, at valið verður 31. august, sum hann áður hevur boðað frá.
Samstundis boðaði tigformaðurin frá, at tingfundur verður hósdagin klokkan 10 við umrøðu av løgmansrøðuni á skránni, umframt framløgu.
Tað er soleiðis, at stýrisskipanarlógin sigur, at ólavsøkurøðan skal hava eina viðgerð í seinasta lagi seks dagar eftir at hon er hildin. Framløga er eisini á skránni og sum tað sær út nú, so er tað málið um fiskidagarnar til bátarnar í bólki f5b, sum skal viðgerast.
Tingið hevur fingið trý uppskot í málinum - eitt frá fiskimálaráðharranum, eitt frá Henrik Old, tingmanni og eitt frá Fólkavlokkinum.