Val verður í Tryggingini

So nógv fólk bjóða seg fram til umboðsráðsvalið, at neyðugt er við vali.

Nú 31. januar er farin afturum, og harvið seinastu freist at stilla upp til umboðsráðsvalið í Ognarfelag Tryggingartakaranna er farið, er greitt, at tað er neyðugt við vali til teir átjan ráðssessirnar. Tað upplýsir Regin Hammer, stjóri í Tryggingarfelag Føroya, fyri in.fo.


- Tað eru fleiri enn átjan fólk, ið ynskja at stilla upp, og sostatt er greitt, at tað verður val til Umboðsráðið, sigur Regin Hammer.


Í løtuni verða viðurskiftini hjá valevnunum, so sum stillarar, kannað, men tað er greitt, at tað eru fleiri valevnir, ið lúka allar treytir, enn tað eru sessir, ið skulu mannast.


Enn vil Regin Hammer tó ikki upplýsa, hvussu nógv fólk bjóða seg fram ella hvørji tey eru.


- Vit kunngerða ikki valevnini fyrr enn 10. februar, tá sjálvt valið byrjar. Fram til tá fyrireika við valið, kunna valevnini og senda so valkortini út 10. februar. Síðani hava fólk fram til 29. februar at greið atkvøðu til valið. Atkvøðurnar verða upptaldar 1. mars og úrslitið almannakunngjørt 2. mars.


Átjan limir skulu veljast í Umboðsráðið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. 35 limir sita í nevndini, og verða tey vald fyri fýra í senn. Annaðhvørt ár stendur helvtin av nevndini fyri vali.


Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur TF Holding samtakið, og inniber tað, at felagið millum annað eigur partapening í Betri pensjón, Eik Banka, Inni, TF Íløgum og TF Ognum.