Børnini tykjast hugna sær sera væl í nýggja barnagarðinum í bygdini.
Týsdagin vóru tey øll upptikin í ymiskum spæli, bæði tey yngru børnini og tey í eldra endanum.
Veðrið var einki at reypa av – vindur og regn, og í fjallatoppunum kavi.
Hetta helt kortini ikki starvsfólkunum aftur í at fara túr við nøkrum av børnunum. Børnini í Oyndarfirði hava eisini tørv á at fáa fríska luft.
Í løtuni eru 10 børn í barnagarðinum, sum er bygdur fastur í skúlan í bygdini. Hann er annars gjørdur til 15 børn.
Starvsfólkini eru tvey í tali, umframt eitt starvsfólk sum er avloysari.
Trýstroyndur
Barnagarðurin er vælútgjørdur og hevur haraftrat fleiri smærri og størri rúm til børnini at spæla í.
Nú tað stundar til jóla eru næmingarnir í skúlanum í ferð við at rigga til ein jólaleik. Ætlanin er gera ein pall til leikin, og skal hesin framførast í stóra salinum, sum er vælegnaður til slík tiltøk.
Hesin salurin og onnur rúm vórðu annars trýstroynd í farnu viku, tá elsti maðurin í bygdini, Andreas Andreasen fór um tey 100 árini.
Dagurin hjá hesum merkismanni byrjaði við gudstænastu í Oyndarfjarðar kirkju, meðan samkoman í sambandi við dagin varð hildin í skúlanum og barnagarðinum.
Mett verður at millum 360 og 400 fólk vóru í Oyndarfirði henda dagin.