Valagn ella matur?

Mong politisk høvd hava í langa tíð hugsa sera nógv og djúpt. Væl hjálpt av alment løntum embætisfólki.

Valg-róðurin skal fyrireikast, tí hann er í apríl. Tað ræður um at hava góðan reiðskap. Nú loysingarskútan í Tinganesi er við at søkka, royna hesir í Tinganesi at nýta eitt heilt nýtt slag av agni. Sum ikki er nýtt áður í føroyskum politikki. Antisocialisma sum agn nyttar ikki longur, eftir at Fólkaflokkurin hugnar sær óført í samgongu við socialistiska Tjóðveldisflokkin. Somuleiðis vita fólk, at um Fólkaflokkurin tosar um skattalætta, so eru tað bert tóm orð.

Nýtt agn - nýggjan krók - nýtt mið:
Anfinn, Høgni og Sámal Petur hava brúkt nýggjastu telduforritini. Teir hava funnið eitt gott mið- halda teir. Pensionistarnar. Fleiri túsund í tali. Í teir annars púrt høvdu gloymt. Fíggjarlógina samtyktu teir, uttan at pensionisturin fekk eina krónu. Uppskotið um prístalsregulering av pensiónunum, sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu skotið upp í samband við fíggjarlógina, feldi loysingarsamgongan.
Loysingar-bandin í Tinganesi hugsar, at teir, við at nýta ein stóran loysingarkrók við nógvum agni á, kunnu lumpa pensionistar at býta á. Flestu pensionistar eru nevniliga rættuliga svangir her á landi. Ríkisfelagsskapurin eigur alla pensiónina sum hon er. Nú kuta teir eitt petti av hesi veiting hjá ríkisfelagsskapinum - at nýta sum agn. Loysingarfólkini lata so línuna, teymin og vandamikla loysingarongulin, ið skal krøkja tann, íð bítur á.

Tíðindafundur:
8. jan ár 2002 var tíðindafundur hildin. Vanlig prístalsregulering av pensiónunum, ið pensionistar ikki fingu í samband við játtanina á fíggjarlógini, var á hesum tíðindafundi var av fullveldisráðharrum útrópt at vera "ein munagóð ábót til pensionistar okkara".
Hvussu lágt kann politiski myndugleikin viðfara pensionistar okkara? Álvaratos, er løn løgmans eins og løn hjá alment settum starvsfólki "munandi bøtt" tí hon verður prístalsregulerað? Eg spyrji bara.

Loysingarkrókurin:
Tað skal eitt rættiliga stórt agn til at fjala loysingarkrókin. Hendan ongul, ið skal nýtast til at sifta lumpaða fongin innum lúnningina, fyri síðan at kryvja. Eftir mangar loynifundir eru teir tríggir komnir til ta niðurstøðu, at um nýggi loysingarkrókurin verður fjaldur av 4 agnum, so onki sæst til krókin. Agnið eigur pensionisturin sjálvur. Talan er um ríkisfelagsskapsagn - tí man hann fara at bera til. Stórt er agnið eisini, 4 ferðir 460 krónur, um alt gongur eftir ætlan hjá Landstýrinum.

Lumpilínan:
Lumpilínan við loysingarkróki skal setast 25. apríl. Línan skal standa til 30. apríl - valdagin sjálvan.
Man pensionisturin lata seg lumpa av søkkandi fullveldisskútuni. Tí bítur hann á, so verður hann tikin innum og kruvdur fyri síðan at enda á havsins botni. Fullveldisskiparnir flóta omaná. Teir hava tryggja seg - við góðum bjargingarbátum og landsstýrismannapensiónum.

Agn - at lumpa við.
Men er tað ikki skeivt at lumpa hampafólk - Anfinn Kallsberg, Sámal Petur & Høgni?
Hví ofra vælferð og pensionistar fyri loysing.
Minnist til. Pensionistar eru fólk, ikki fiskur.
Men í okkara landi gongur loysing og lygn hond í hond. Teir kalla tað taktik!

Ávaring til pensionistar
Tit koma at gerast stóru taparnir eftir loysingina. Latið tykkum tí ikki lumpa av valagni frá fullveldissamgonguni. Teir hugsa als ikki um tykkara vælferð. Teir hugsa bert um at loysa. Minnist til, at í teirra valagni liggur vandamikli loysingarkrókurin, ið ger av við alla vælferð her á landi. Pensionistar eru hjá loysingarfólki bert eitt mið av atkvøðum. Um teirra ætlan eydnast, og tit bíta á, verða tit bert seldir til hægstbjóðandi.
Tit, pensionistar hava annað uppiborið enn at vera offur fyri valagni og krøkt til avlívs av loysingarongli frá fullveldisfólki.
Minnist til tað - serliga siðst í apríl. Tí tá seta loysingarfólk lumpilínuna í pensionistahópin. Í Sjónvarpi fara teir helst at viðmæla hetta "frálíka" loysingaragn - men teir nevna onki um loysingarkrókin.
Pensionistar skulu hava mat - ikki valagn. Tað heldur Sambandsflokkurin.