Oyggjaleikir: Valborg Heinesen hevur aftur gjørt ein vørr, og hevur tryggjað Føroyum enn eitt gullmerki.
Valborg Heinesen hevur vunnið kappingina í hálvum marathon við tíðini 1 tími, 25 minuttir og 37 sekund. Valborg var mestum alla tíðina millum tríggjar tær fremstu, men gjørdi ein góðan endaspurt tann síðsta kilometurin.
Tá hon kom á mál, hevði hon meira enn ein minutt aftur til nummar tvey, sum aftur hesaferð var Gail Griffiths frá Isle of Man.
Tað er ikki uttan grund, at føroyingar á Bermuda kalla Valborg fyri GULLBORG.
Valborg sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at alt gekk eftir ætlan. Hon sigur seg vera dupult so fegna, sum hon var, tá hon vann gull á 10.000 metra teininum.
Nevnast kann eisini, at Valborg kom skjótari um málstrikuna enn 20 av monnunum, sum vóru við í kappingini.