Valdømi og javnstøða

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini
------

Formansskapur løgtingsins hevur ikki havt javnstøðu millum kyn í huga, nú stig eru tikin til at endurskipa Føroyar í fleiri valdømi. Orsøkin er sambært stigtakarunum vandin fyri, at politiska umboðanin av øllum landsins íbúgvum verður órættvís, um Føroyar framhaldandi skulu vera eitt valdømi, tí at so verða møguleikarnir hjá fólki í útjaðaranum og ókendum fólki at verða vald á ting at kalla eingir.

Hugsanarhátturin
Tað er skilligt, at stúrt verður fyri, at einki umboð fyri fólk í útjaðaranum verður valt á ting. Tí tað er óheppið fyri eitt samfelag, at bert ein avmarkaður partur av fólkinum er umboðaður í tinginum. Spurningurin er so, hvussu til ber at skipa seg, so at tingið verður so breitt umboðandi sum gjørligt.
At betra um møguleikarnar hjá borgarum í øllum landsins økjum at verða vald á ting, er ein hugsanarháttur. Ein annar hevði verið at betra um møguleikarnar hjá báðum kynunum at verða vald á ting. Og tað hevði verið hóskandi, at uppskotið til nýggja valskipan, sum formansskapurin hevur umbiðið frá serfrøðingum, eisini fevndi um nakrar tankar um økta javnstøðu millum kyn, serliga um vit hugsa um, hvussu nógv hesin spurningur hevur fylt í almenna orðaskiftinum seinastu árini. Men almenna orðaskiftið er eftir øllum at døma ikki áhugavert fyri løgtingsins formansskap.

Verjir skipanin seg sjálva?
Tíverri tykist formansskapurin ikki leggja í, at helvtin av landsins íbúgvum ongantíð hava verið umboðaðar í løgtinginum á nøktandi hátt. Hví so er, kunnu vit allarhelst skifta orð um hetta til dómadags, men veruleikin er, at 100 ár eftir, at bæði kynini fingu valbæri og valrætt, vórðu 7 konur og 26 menn vald á ting í januar 2008. Og at endurskipa samfelagið í fleiri valdømi verður allarhelst ein dyggur smeitur fyri økta javnstøðu á tingi. Men hetta er kanska ætlanin? At varðveita heilagu grøvina og egið livibreyð?

Fleiri valdømi
Við fleiri valdømum fær hvør flokkur neyvan meira enn eitt umboð valt í teimum smærru økjunum. Og at hetta umboðið verður í kvennkyni, er lítið sannlíkt, um vit hugsa um verandi profilar hjá flokkunum kring landið. Útlitini kunnu sostatt gerast, at nakrar konur koma inn í Suðurstreymoy, sum sambært uppskotinum, ið formansskapurin hevur bílagt, fær 12 tinglimir, meðan talið av valdum konum í hinum valdømunum verður sera lágt.

Møguleikarnir
Vónandi vísa okkara 28 tingmenn og 5 tingkonur, at tey eisini í verki ynskja økta javnstøðu í føroyska samfelagnum, og taka beinleiðis atlit til javnstøðu í eini nýggjari valskipan. Hetta kann gerast við kvoteringum, ið fevna um bæði geografi og kyn, við at varðveita eitt valdømi ella við onkrum heilt triðja møguleika. Men týdningarmikið er, at hesin spurningur verður umrøddur.
25. januar 2010