Valdemar á Listavegginum

Valdemar á Løgmansbø hevur í juli framsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági.

Valdemar á Løgmansbø hevur í juli framsýning á Listavegginum hjá Eik í 
Miðvági 




Valdemar á Løgmansbø er 62 ára gamal og útbúgvin bygningssnikkari. Hann 
hevur málað og teknað, síðani hann var lítil drongur,men hevur júst tikið 
listamálingina uppaftur, ið hann gavst við einaferð í 1980´unum. 
Hann er í ferð við at endurbyggja eitt gróthús við Leitisvatn, og hetta 
vakra umhvørvið hevur givið íblástur til 4 av nýggjastu málingum hansara, 
ið taka støðið í umhvørvinum rundan Gróthústanga. 




Við í útstillingini eru hesir nýggju málingarnir umframt aðrir, ið ganga 
heilt aftur í 1970´ini.