Tann skjótt fyrrverandi eykamálverjin hjá Manchester United, 33 ára gamli Victor Valdes ætlar ikki, at kunningin um hvi hann nú skal seljast til eitt annað felag skal verða einvegis.
Á tíðindafundi ígjár varð høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal annars sera atfinningarsamur um, at Victor Valdes ikki vildi spæla dystir fyri eykaliðið hjá Manchester United, og tí bleiv hann seldur. - Tá tú ikki fylgir filosofiini hjá Manchester United, so er tað bara ein veg, og tað er út, segði ein bersøgin Louis van Gaal.
Victor Valdes hevur nú svarað aftur á sín heilt serliga hátt við einari útsøgn á Twitter. Útsøgnin sæst á myndini omanfyri. Victor Valdes skrivar fyrst "Respect", og so leggur hann út mynd av dystunum hann hevur spælt fyri U21 liðið hjá United, og eina mynd, har hann er saman við eykaspælarum hjá United.
Fyrr hevur tó verið betur millum van Gaal og Valdes. Tá Valdes fekk sín fyrsta dyst fyri FC Barcelona í La Liga í 2002 varð Louis van Gaal høvuðsvenjari hjá FC Barcelona.