Valdi Apple fram um hitapott

Tá til stykkis kom, valdi Fríbjørg Jensen heldur Apple-pakkan enn bjálvaða hitapottin.

Verturin í gekka-spælinum í kvøld, Magnus Magnussen.

 

 

Tað var Frankie Jensen, sum ringdi av Sandi í Gekka-spælinum í kvøld. Mamma hansara, Fríbjørg Jensen, hevði fingið fulla plátu, og hon hevði sonin sum fjarritara.

 

Høvuðsvinningurin var á 130.000 krónur, sum kundi deilast í teir tríggjar leyparnar, men Fríbjørg Jensen valdi at koyra alt í reyða leypin. 

 

Tá verturin, Magnus Magnussen, hevði víst, hvørjir leypavinningarnir vóru, helt Frankie fyri, at mamman hevði gott eyga á hitapottinum, um hon skuldi komið á annan leyp enn hin reyða.

 

Bæði í fyrsta og øðrum drátti steðgaði hjólið á somu 15.000 krónum, men Fríbjørg Jensen hevði hug at royna triðja og seinasta møguleikan eisini.

 

Í triðju royndini steðgaði hjólið á gula leypinum, og nú hildu mong, at hitapotturin, sum hon hevði so gott eyga á, var komin í hús!

 

Men, tá verturin enn einaferð hevði fortalt um frálíku leypavinningarnar, var Fríbjørg Jensen ikki longur so vís í bjálvaða hitapottinum.

 

Knappliga fekk hitapotturin ovurstóra kapping frá góða og lokkandi Apple-pakkanum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld.

 

Frankie Jensen var komin suður í Sandoynna á Eplafestival, men hesin er nú útsettur vegna koronu. Tískil høvdu tey bæði sett seg at spæla Gekk.

 

Og Fríbjørg Jensen fekk ein fínan vinning við Apple-pakkanum!

 

Verturin í gekka-spælinum í kvøld, Magnus Magnussen.