Edmund S. Jacobsen er virkin í føroyska útisetaumhvørvinum. Hann hevur skipað fyri einum hópi av tónleikatiltøkum, men fyri trimum árum síðani fór hann at nýta orku í bátinum. Edmund S. Jacobsen og aðrir føroyingar rógva nú árið runt.
- Eg fann út av, at mín heimlongsul til fosturlandið kann eg liva út gjøgnum kappróðurin eins væl og tónleikafestivalar. Eg skipaði fyri eini 300 tiltøkum í 12 ár, men kappróðurin er so nógv sunnari. Tað gevur nógv meiri meining at rógva, enn at renna eftir tónleikarum og súkkla við plakatum og hyggja at fullum fólkum, forsterkarum og so eru øll vekk, tá ruddast skal upp, sigur Edmund S. Jacobsen, sum ikki dylir fyri, at hann er troyttur av tónleikafestivalunum.
Leygardagin skipaði Edmund S. Jacobsen og felagið Tvørabáturin fyri Norðhavns Regatta.
- Tað er líka nógv fyri at venda náttarlívinum ryggin, tí yvirfladiska og hesum, sum er mest ein illusión. Tá man er komin í mín aldur, vil man gjarna taka lívið meiri alvorligt. Tað hava verið nógv vikuskiftið, sum kundu verið betri nýtt. Familja, rættir vinir og at vera saman við teimum røttu fólkunum er gull vert, sigur Edmund S. Jacobsen.
Hóast hann hevur nógv samband við føroyskar útisetar, so er ofta langt ímillum, at hann vitjar í Føroyum.
- Eg var í Føroyum í fjør summar, fyri fyrstu ferð í næstan 10 ár, og tað var sum eitt paradís. Eg var í brúdleyp og á stevnum og fekk práta við fólk á gøtuni. Tað var paradís á jørð, eg skuldi vera fýra vikur, men var har í níggju vikur. Tað gestablídni, tey vístu mær, tá eg var í brúdleyp í suðri, kann ikki sigast frá, sigur Edmund S. Jacobsen.
Les alla samrøðuna við Edmund S. Jacobsen í Vikublaðnum, sum varð borin í hvørt heim mánadagin.