Valdið og listin

I. Thomas Mann og Klaus Mann

Eftir Hanus Kamban

 

Tann norðurtýski hansabýurin Lübeck er, við sínum sjey kirkjum, sínum prýðiligu býarportrum og skyggjandi kanalum og sínum reinu, steinsettu gøtum, avmarkaður, eyðsæddur og skipaður. Býurin er í grundini ein oyggj, bundin at uttanumlendinum við níggju brúgvum, og soleiðis sum henda býaroyggin er formað, er hennara umhvarv ikki ólíkt tí á Skúvoynni, sæddari úr erva ella á einum korti. Býargøturnar umskarast eftir rættvinklaðum, geometriskum mynstrum, og einum summargesti tykist tað, sum kemur býurin beint úr einum ævintýri eftir H.C. Andersen.

Á morgni sært tú sólina skyggja í kanalanna vatnskorpum og varpa eina geisandi glæma eftir kopartøkunum á býarins gotisku kirkjum. Á ein hátt er tað, sum valdar í hesum staði ævinlig lýkka og ævinligt sólskin, og henda kensla, borin av blídliga leiftrandi fleyri og anganum úr bakaríum og kaffistovum, fer ikki frá tær, eisini um hann brádliga loysir eitt grimt æl ella onkur einstøk vilst hvirla trívur í tín jakka.

Hansabýur frá 1241

Tað er ilt at siga, hvør upprunin er til hesa kenslu av lættleika, kanska tann ekkaleysi ungdóm­urin, sum í dag neyvan veit, at ein múrur einaferð stóð eystan­fyri, ella at hesin múrur seinni fall, kanska ferðamansins ómedvitni varhugi av, at hesin býur og hetta land fyri einum mannaminni síðani livdi eina vanlukku av, sum vardi í 13 ár, og sum framvegis gálvar eftir einum úr bókum, filmum, sjónleiki og DVD-eskjum. Hyggja vit í tjúgundu aldar halgubók – Ringanna Harra – so kunnu vit siga, at týskarar tá hugdu beint niður í dómadags­gjónna, men at tað kann tykjast teirra eftirkomarum, sum bóru Gvaihir og Landsveimi teir út úr Der Untergang. Tolkien rópar hesa kensluna eucatastrophe: at vakna úr longum svøvni og vita, at vanlukkan er av, og at ljós vellir har niðunátt fyrr valdaði, og at nú er alt gott.

Lübeck var frá 1241 hansabýur og bleiv sum frá leið ein av teimum mætastu í Hansa-samgonguni, og býarins ríkidømi og handil, sum m.a. fataði um salt, sild, korn og timbur, hildu sær líka til fram ímóti endanum á 19. øld. Tað hevur eydnast skiftandi býarstýrum at varðveita hús og gøtur, so at tey framvegis standa við miðaldarsniði og borgaradámi, við tí avleiðing, at hesin býur ikki er raktur av tí andlitsloysi, sum tann høgt prísaða altjóðagerðin annars vanliga hevur í sínum kjalarvørri.

Nógvir bygningar standa framvegis við akvarell-littum, trappudánaðum galvum og reinum stavlagi, gongir og skot eru summastaðni so trong, at tú at kalla røkkur frá veggi til vegg, og villir tú teg longur inn, heldur tú teg, handan fjølsprossaðar gluggar og støvkámaðar urta­pottar, hóma snýðið á Thomas von Wickede ella Jürgen Wullenwever.

Günter Grass

Tað eru tó í dag hvørki sild úr Oyrasundi, rav úr Baltikum ella salt úr Lüneburg, sum halda hesum býi uppi búskaparliga. Og kanska var Lübeck fyri langari tíð síðani farin á húsagang, um ikki býarstýrini, einstaklingar og privatir stovnar høvdu valt at geva tí gamla hansabýnum eina mentanarliga andlitsgrein, sum á hvørjum ári dregur fólk í tíggjutúsanda tali henda vegin.

Hornasteinarnir undir hesum mentanarliga profili eru tveir: Günter Grass-húsið í Glocken­giesserstrasse og Buddenbrook-húsið í Mengstrasse, halgað Týsklands mætastu rithøvundum í ávikavist seinnu og fyrru helvt av 20. øld. Hesir mentanar­bygningar eru í mongum lutum líkir, við tað at báðir fata um framsýningarhøli, fyrilestrarhøll og bókhandil. Í Grass-húsinum var eg so heppin í summar at síggja og hoyra Günter Grass sjálvan tosa og lesa upp úr sínum nýggjasta yrkingasavni. Hesum fari eg at greiða frá í eini seinni grein. Lat tað verða nevnt her, at í løtuni verður arbeitt við at innrætta eitt triðja mentanarhús í Lübeck, sum fer at savna seg um politikaran og statsmannin Willy Brandt, ið líka sum Grass og Mann er nobelvinnari. Thomas Mann og Willy Brandt vóru ættaðir úr Lübeck, Grass hinvegin kom úr Danzig longu eysturi.

Thomas Mann

Lübeck er, eins og Bremen og Hamburg, ein av Týsklands gomlu Freistädte, eitt býarríki, ein serlig stjórnmálalig eind. Thomas Johann Heinrich Mann - pápi Thomas Mann - var eitt skifti senatorur, t.e. limur í býarráðnum, og somuleiðis fíggjarmálaráðharri í Lübeck. Thomas Mann, av eini ríkari og virdari keypmansætt, var sostatt lübeckari burturav.

Og býurin allur ber í dag dám av einum rættiligum Mann-ídnaði, ið fevnir um, ikki bara Thomas Mann sjálvan, men alla hansara gávuríku ætt, móður, faðir, systkin, børn. Mong av hesum fólkum vóru rithøvundar, umframt Thomas eisini bróðir hansara Heinrich, synirnir Klaus og Golo, dóttirin Erika og enntá eisini mamman Julia.

Velja vit at lata grikskar frumsagnir farga okkara bílæti, so er eingin ivi um, hvør her trónar ovast á fjallinum Olympos. Tað ger Thomas Mann sjálvur, og hann ger tað av fleiri grundum, men hann ger tað fyrst og fremst, tí at hansara skriving og stílur eiga ein vakurleika, ein medvitnan, seinføran, smakk­fullan musikalitet, sum ber av øllum bókmentum í 20. øld. Hansara meistaraverk eru skaldsøgan Doktor Faustus og stuttsøgurnar Tristan, Der Tod in Venedig og Mario und der Zauberer, tekstir, sum goyma í sær háleittan skaldskap, djúpa heimspekiliga vitan, neyva og speisama søguliga, sálarfrøðiliga og politiska eygleiðing og serligar gávur til at nærkast Dionysosar avgrund, hyggja niður í hana og tó enda aftur á Apollons slætta vølli.

Tað høga kallið

Men eisini ein skaldsøga sum Königliche Hoheit, sum er minni kend og ikki bara umhildin, eigur at verða tald upp í Manns mætastu verk. Í hesum verki, ið sum tekstaslag í grundini er eitt langt ævintýr, tekur Mann upp eitt evni, ið kann lýsast sum yrkjarans neyðuga einsemi yvir av fólkinum, hansara svinna og reina fúrstatilvera, hansara høga kall.

Bara eitt flogvit sum Thomas Mann hevði megnað at skrivað samfullar 400 hugtakandi síður uppi yvir einum so bleikum, blúgvum og abstraktum tema. Vakrast í hesum verki, sum speglar aftur søgur eftir serstak­liga H.C. Andersen og Herman Bang, er frásøgnin um tann spakuliga vaknandi kærleikan millum fúrstan Klaus Heinrich og millionerdóttrina Immu Spoelmann. Sjáldan hevur Thomas Mann vandað sær, sum tá hann myndaði hesa gentu – sum er bleikholdað, við blásvørt­um hári og eini serligari, blúgvari tign – og í grundini er hetta bílæti ein hásongur til konu hansara Katiu Pringsheim. Og samstundis fleyrar úr at kalla hvørjum setningi í hesum verki (eins og í øðrum verkum eftir Mann) ein serligur bæði lættur og sniðfundigur komikkur, sum helst er arvur eftir tann danska meistaran Herman Bang.

Týskir bókmentafrøðingar munnu vera millum teir nær­lagdastu, ruddiligastu og dugna­ligastu í heiminum. Í hesum árum verða verkini eftir Thomas Mann givin út í teirri sonevndu Frankfurter-útgávuni, við høv­uðs­teksti og drúgvum við­merk­inga­bindum, har eisini verður greitt væl og virðiliga frá skapanar­søgu, keldum, móttøku osfr.

Higartil eru, í hesi monumen­talu útgávu, útkomin brøv, essay, tær fyrru stuttsøgurnar, Gandafjallið, Buddenbrooks og Königliche Hoheit. Mangur Mann-fjeppari situr í løtuni og bíðar ótolin og alspentur eftir Doktor Faustus, sum átti at verið komin nú í summar, men er nakað seinkað og (so søgdu tey fyri mær í Buddenbrook-húsinum) helst kemur seinni í heyst. Tað verður veitsla!

Klaus Mann

Eina tilveru sum flogvit og olympiari livir tú kortini ikki óstraffaður. Thomas Mann var sum rithøvundur eitt arbeiðsgrev, umframt stuttsøgur, skaldsøgur, essay, brøv, ofta bæði long og innihaldsrík, skrivaði hann dagbók alt lívið, og á ein hátt kann ein siga, at sjálv lívsins pallseting lá honum meira á hjarta enn lívið sjálvt. Hansara børn vuksu upp í einum sjáldsama mentaðum umhvørvi, við atgongd til skaldskap, tónleik, við kunnleika um (og ofta eisini samrøðum við) tíðarinnar mætastu andsmenni, og við upplestri heima sum dagligum marglæti.

Klaus Mann, føddur í 1906, kom at vera tann ævigi Zeus-sonurin, kálvføddur við øllum sum ríkið á Olympos hevði at bjóða og samstundis á onkran hátt ævinligur fangi undir tí velduga skugga, sum hetta sama fjall varpaði. Ikki tí, hann gjørdi tað hann var mentur til at sleppa út undan faðirsins veingjabreiði. Thomas Mann var, sum mongum kunnugt, við einum stórum parti av sær sjálvum samkyndur, men hann valdi at liva eina borgara­liga tilveru, sum giftur maður við seks børnum. Sítt serliga kyns­liga frávik læt hann bera ávøkst í sínum verkum, tað ítøkiliga lopið niður í “avgrundina” gjørdi hann ongantíð.

Klaus Mann, eisini samkyndur, livdi sambært síni natúr, valdi nettupp ikki ta abstraktu tilveruna, men tvørturímóti tað ítøkiliga, sansaliga lívið, og var eisini sum rúsevnisnýtari á mangan hátt, um ein kann taka so til, undan síni tíð. Eisini hvat viðvíkir politikki, formaði hann sítt lív í andsøgn til pápan. Klaus Mann fekk tíðliga áhuga fyri sosialismuni, hevði helst einki av tí ópolitisku tjóðskaparhugsan, sum eyðkendi pápan til endan á fyrra heimsbardaga, og var í 30-árunum virkin og snjallur antinazistur.

Mephisto

Klaus Mann var ein ógvuliga virkin blaðmaður og rithøvundur, men serliga hvat skrivingarlag viðvíkir, valdi hann heilt aðra kós enn pápin. Millum hansara kendastu skaldsøgur eru Symphonie Pathétique, 1935, ein lýsing av tónaskaldinum Tsaikovskij, Mephisto, 1936 og Der Vulkan, 1936. Mephisto hevur hann bygt upp rundan um ævisøguna hjá sínum fyrrverandi vini og svági, sjónleikaranum Gustaf Gründgens. Meðan Klaus Mann, eins og hansara foreldur, búði í útlegd eftir 1933, valdi Gründgens at verða búgvandi í Nazi-Týsklandi, hann helt fram at spæla sjónleik, gjørdist vinmaður hjá Göring, fekk í 1934 starv sum leikhússtjóri í Berlin og gjørdist í 1936 preussiskur ráðharri.

Mephisto, sum István Szabó hevur gjørt til film, við vandni og einum ávísum strangleika í stílinum, og har Klaus Maria Brandauer hevur høvuðsleiklutin, er søgan um tann æviga opportunistin, sum velur at fara í valdsins veitslu, men misskilir hetta sama vald, undirmetir tess eirindaloysi og ráleika og verður tess rukka. Skaldsøgan verður mett at vera høvuðsverkið hjá Klaus Mann.

Aðrar av hansara bókum bera kortini vitnisburð um, hvussu hættisligt tað kann vera at bjóða Jupiter av. Thomas Mann er og verður meistarin, og hann ið roynir at dystast við hann má lúta. Og Klaus Mann, við sínum ofta stuttu og ov lítið kíndu setningum og sínum journalistiska stíli, hevur helst ilt við at fóta sær í 21. øld. Umframt Mephisto verður tað kanska bókin Der Wendepunkt, ein framúr vælskrivað og áhugaverd tíðarlýsing, har hann fortelur um tey andsmenni, sum hava ríkað seg og tey mongu listafólk, hann hevur kent, sum verður standandi.

Sjálvsagans sigur

Staddur yvir av tí totalitera valdinum, valdi Klaus Mann, í mótsetning til Gustaf Gründgens, at gera uppreistur og tað ikki við mýkindum. Í 30-árunum gav hann út tíðarritið Die Sammlung, har hann royndi at savna tíðarinnar fremstu andsmenni og, hóast tey umboðaðu so ymisk sjónarhorn sum liberalismu, javnaðarhugsan og kommunismu, at fáa tey at fylkjast í tí mentanarliga stríðnum móti nazismu og fascismu.

Eftir kríggið royndi hann, í sama anda, at fylkja liberal og kommunistar um arbeiðið fyri friði. Hann kendi seg heima í USA, men tá ið tað óhugnaliga McCarthy-rákið tók seg upp, var hann, púra órættvíst, skýrdur sovjetskur ørindasveinur. Hann tók seg av døgum við heilivági í einum hotelli í Cannes tann 21. mai 1949.

Thomas Mann doyði í 1955 og livdi sostatt sín elsta son av við seks árum. Hann var virkin til tað seinasta og gav í 1954 út skaldsøguna Felix Krull. Sum longu nevnt livdi hann eitt vælskipað, borgaraligt, heldur litbleikt lív, eitt snirr við penninum, eitt syft við sigarini av og á, nærri kom hann, myndaliga talað, neyvan tí gessiga og falliska. Men líkasum holdsins lystur av tí eysturlendska yogameistaranum verður skaptur um til kundalini-mátt og verður vegur til nirvana og samhadhi, nældu úr hesi sparsomu tøðu nøkur av teimum háleittastu prosaverkunum í 20. øld. Hansara listarligi arvur stendur í dag sum fullgóður vitnisburður um sjálvsagans sigur.