Nýggi forsetin í Ukraina, Viktor Jusjtjsenko, kunngjørdi undir vitjan síni í Moskva, at hann hevði gjørt av at velja ein av sínum trúgvu stuðlum, Juliu Tymosjenko, til forsætisráðharra. Forsetin segði seg hava havt fleiri evni til forsætisráðharrastarvið, og at Julia Tymosjenko var tað besta egnaða.
Tað eru kortini ikki allir ukrainar, sum eru serliga fegnir um avgerðina. Har eysturi í landinum er hon illa lýdd, tí fleiri halda hana vera ov ágangandi. Hon er heldur ikki serliga væl umtókt ímillum vinulívsfólk, skrivar AP.
AP veit ikki, um russiski forsetin, Vladimir Putin, hevði nakra viðmerking til avgerðina hjá Jusjtsjenko at velja Juliu Tymosjenko til forsætisráðharra. Men tíðindastovan heldur, at hetta er sum at vísa tarvi reytt, tí russar hava skuldsett Juliu Tymosjenko fyri svik. Skuldsetingin stavar frá teirri tíðini, tá hon var stjóri í almenna ukrainska gassfelagnum.
Eygleiðarar halda, at tilnevningin var ætlað at vísa russisku leiðarunum, at Ukraina tilskilar sær rætt til at taka egnar avgerðir, og at landið kennir seg ikki so bundið at leiðsluni í Moskva longur. Kortini segði Viktor Jusjtsjenko, at Russland er framvegis tað týdningarmesta samstarvslandið hjá Ukraina, og at hann ætlar sær at varðveita tað góða sambandið eystureftir, hóast hann eisini fer at virka fyri at fáa betri samband við ES.