Eintáttaða myndin av kvinnuni, ið er fyri harðskapi, er ein beiðis orsøk til at fólk aftra seg við at leita sær hjálp. Men tann kvinnan finst allastaðni, í øllum pørtum av okkara samfelag, sigur sálarfrøðingurin Súsanna Ó. Skaale, sum í nýggjari bók fortelur søguna hjá fimm kvinnum, ið hava verið fyri sálarligum harðskapi.
- Eg sá hesa eintáttaðu, stereotypu, myndina av kvinnuni sum ein veik, grá mús, ið krýpur fram við húsaveggjunum, uttan at tora at koma í kontakt við nakrar. Tað er ein mynd, ið byggir á fordómar, sum í síðsta enda eru beinleiðis skaðiligir, sigur Súsanna Ó. Skaale og heldur fram:
- Flestu kvinnur kenna seg ikki aftur í hesi eintáttaðu myndini. Og tað ger so aftur, at alt ov lang tíð gongur, áðrenn tær leita sær hjálp, sigur Súsanna Ó. Skaale.
Tí hesar kvinnur eru alla staðni í samfelagnum.
- Tær eru í øllum løgum í samfelagnum, frá leiðaranum til vaskikonuna, staðfestir sálarfrøðingurin.
Kvinnuhúsið fær árliga fleiri enn 650 áheitanir um hjálp. Kanningar úr okkara grannaløgum vísa, at so at siga allar kvinnur, sum hava verið fyri fysiskum harðskapi, hava eisini verið fyri sálarligum harðskapi.
– Hóast fysiski harðskapurin er ringur, so er tað tann sálarligi harðskapurin, sum setur síni drúpu spor, tí tað tekur so nógva tíð at koma fyri seg aftur, sigur Súsanna Ó. Skaale, sálarfrøðingur.
Kvinnurnar greiða í bókini frá sínum lívi, við serligum denti á harðskapin og hvussu tær fótaðu sær aftur.
Tað er ígjøgnum sítt arbeiði sum sálarfrøðingur í Kvinnuhúsinum, at Súsanna Ó. Skaale er komin í samband við hesar kvinnurnar, sum nú fortelja sína søgu.
Seinnapartin, frá klokkan fýra til seks, verður bókamóttøka í Miðlahúsinum, har Súsanna O. Skaale fer at leggja fram bók sína, “Um hann bara sló meg”. Eisini fara Annika Olsen, landssýriskvinna í Almannamálum, Katrin á Neystabø frá Amnesty Føroyar og Tóra Petersen, forkvinna í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, at siga nøkur orð.
Súsanna Ó. Skaale vitjaði fyrrapartin Mirjam Pætursdóttir og Evi Tausen í morgunsendingini á Rás2. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.