Tá ið løgtingsmenn hava trýst maskinmeistarnar hjá SEV niður í løn, verður landstýrismaðurin í fíggjarmálum nøgdur, tí einki annað verður góðtikið.
Varaløgmaður sigur
Høgni Hoydal sigur í útvarpinum 16. juni 2003, at løgtingið kemur saman fyri at viðtaka, at partarnir skulu seta seg saman við samráðingarborðið til maskinmeistarnir eru trýstir niður í løn, tí tá verður fíggjarmálaráðharrin nøgdur, og einki annað verður góðtikið.
Fíggjarmálaráðharrin sigur: "Tit eru ikki lønina verdir".
"Dugnaskapurin" hjá hesum landstýrismanni vísur øllum Føroya fólki, hvussu lívsneyðugt arbeiðið hjá maskinmeistarum hjá SEV er. At viðurkenna hetta og góðtaka ein sámiligan sáttmála vil hesin "gløggi" landstýrismaður í búskapi ikki.
Tað einasta hann sigur er, at maskinmeistarnir eru ikki lønina verdir, alt annað er uttanumtos frá landstýrismanninum.
Løgtingsmenn skulu taka avgerð
Tað verður áhugavert at síggja hvørjir løgtingsmenn fara at taka undir við landstýrinum tí:
?Skalalønin hjá løgtingsmonnum er umleið 25% hægri enn hjá maskinmeistarum hjá SEV.
?Omaná kemur umleið 15 % í ymiskum viðbótum.
?Eftirlønin sigur "spar to" til allar aðrar eftirlønir í Føroyum, løgtingsmenn fáa fulla (37 ár) eftirløn eftir bert 16 árum í tinginum og landstýrismenn fáa fulla (37 ár) eftirløn eftir bert 8 árum.
Vónandi er tað ein meiriluti av tingmonnum, sum viðurkennur arbeiðið hjá maskinmeistarunum hjá SEV og leggja uppskot fram um, at góðtaka nýggja sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafe-lagið.
At trýsta Maskinmeistarafelagið og SEV til samráðingarborðið aftur er ein táta, tí sjálvsagt fer Maskinmeistarafelagið ikki at góðtaka ein sáttmála, sum er vánaligari!