Valdsstríð í Iran

Seinasta leygardag tilnevndi iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, nýggjan varauttanríkisráðharra, men nú er maðurin, sum eitur Mohammad Sharif Malekzadeh, koyrdur frá, handtikin og skuldsettur fyri svik.

Tað sigur bretska kringvarpið BBC, sum eisini veit at siga, at fleiri av stuðlunum hjá Ahmadinejad eru koyrdir úr sínum embætum og handtiknir í seinastuni.

Talsmaðurin hjá stjórnini í Teheran sigur við tíðindastovuna Mehr, sum tað almenna eigur part av, at varauttanríkisráðharrin er tikin orsakað av fíggjarligum óskili.

Men tíðindafólk ivast í heari frágreiðingini. Tey siga, at handtøkan er enn eitt dømi um, at stríð er um valdið í Iran, og at handtøkurnar eru tekin um, at andaligi leiðarin Ayatollah Ali Khamenei hevur sett sær fyri at vísa Ahmadinejad forseta, hvør teirra hevur tað veruliga valdið í Iran.