Russiski álopsspælarin Roman Pavlyuchenko sleppur ikki rættiliga á liðið í Tottenham, og nú verður tosað um, at stóri russarin skal skifta felag í januar mánaði. Eitt felag, sum sigst verða áhuga í Pavlyuchenko er spanska toppliðið Valencia. Tottenham skal vera sinnað at selja russaran fyri umleið 125 milliónir krónur, og tað kann helst minka um spanska áhugan fyri russaranum.