Orkis ger nógv burtur úr Valentine í dag

Blómuhandilin Orkis í Saltangará ger nógv burtur úr Valentine, og í dag hevur tú møguleikan at hátíðarhalda og takka einum tú elskar fyri kærleikan.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit hjálpa viðskiftafólki at finna og velja røttu valentine-gávuna - sum tøkk fyri kærleikan, sigur Beinta Vilmundsdóttir í Orkis í Saltangará.

Í dag - á Valentine-degnum hin 14. februar - letur Orkis í Saltangará upp stundisliga klokkan 08, og handilin verður opin til klokkan 18 í kvøld. Her fært tú bæði blómur, gávukurvar og mangt annað, sum tú kanst gleða ein kæran við í dag.

 

Hetta nýtist ikki at vera nøkur kostnaðarmikil íløga, men ein góð og vøkur áminning um, at tú virðismetir kærleikan. Ein vøkur, reyð og innpakkað rósa kostar einans 50 krónur, og tú kanst keypa eina valentine-gávukurv fyri 299 krónur. 

 

Í Orkis fæst eisini alt møguligt annað, sum blómuhandilin hevur til valentine-dagin í dag, og stóra og forvitnisliga úrvalið sæst eisini á heimasíðuni www.orkis.fo, har eitt rúm kallast Valentine, og myndir eru av blómum og gávum til dagin.

 

##med2##

Um heimasíðuna kanst tú eisini bíleggja, og Posta koyrir út í dag, har landafast er, um bílagt verður fyri klokkan 10 í morgun. 

- Øll eru eisini hjartaliga vælkomin á gátt, og vit hjálpa viðskiftafólki at finna og velja røttu valentine-gávuna - sum tøkk fyri kærleikan, sigur Beinta Vilmundsdóttir. 

 

 

 

Til allar kenslur

Men, Orkis er ikki bara ein veitari á Valentine-degnum. Tað er handilin hvønn yrkadag og alt árið, og handilin hevur blómur og ymiskt annað til allar kenslur.  

- Tá jarðarferðir eru, og avvarðandi, vinir og kenningar vilja siga eitt vakurt farvæl við blómum ella kransi, hava vit alt, sum viðskiftafólk spyrja eftir, sigur Beinta Vilmundsdóttir. 

Í blómuhandlinum leggja tey stóran dent á at vegleiða og ráðgeva avvarðandi, vinum og kenningum um, hvussu tey við blómum, kransum ella øðrum prýði kunnu siga einum kærum, sum farin er um sýn, eitt vakurt og virðiligt seinasta farvæl.

- Vit geva okkum stundir at ráðgeva og hjálpa viðskiftafólki, um tey eru í iva, sigur Beinta Vilmundsdóttir í Orkis.

 

##med3##

 

Blómur og kransar 

Til jarðarferðir er Orkis veitari av eitt nú børuprýði, standandi kransum við bandi, liggjandi kransum, og her eru blómutyssi. 

- Vit hava dekoratiónir, sum kunnu vera formaðar sum hjarta ella krossur, og vit hava liggjandi dekoratiónir við bandi, sum er ein blómusamling. 

 

Orkis vil altíð royna at ganga ynskjunum hjá viðskiftafólki á møti, og tað er eisini hent, at onkur hevur bílagt eitt pyntað akker til eina jarðarferð. 

- Ynskir onkur at pynta grøvina hjá einum, sum farin er, gera vit eisini gravarprýði, sum kann vera eitt ílat við plantum ella eitt liggjandi bundið blómutyssi, sigur Beinta Vilmundsdóttir.

Blómuhandilin Orkis tekur sær eisini av at pynta kirkjur ella samkomuhús í samband við jarðarferðir, og her hevur blómuhandilin eisini vasar til leigu at seta á altarið og í vindeyguni.

- Alt hetta, eg her havi nevnt, kunnu fólk eisini bíleggja um okkara heimasíðu - www.orkis.fo. Fólk eru vælkomin at ringja á tlf. 448289, og øll eru sjálvsagt hjartaliga vælkomin á gátt í Saltangará. 

Handilsleiðarin sigur, at Orkis sendir blómur og kransar um alt landið í samband við jarðarferðir. Vøran fer við Posta, men er tað í nærumhvørvinum, Klaksvík og miðstaðarøkinum annars koyra tey ofta vøruna út sjálvi. 

 

##med4##

 

Sorgar- og gleðisdagar

Orkis bindir blómur til allar kenslur - tað veri seg í gleði sum í sorg, og tí verður eisini gjørt burtur úr degnum í dag, Valentine-degnum.

- Vit binda til jarðarferðir, og vit binda til føðingardagar, merkisdagar, konfirmatiónir, brúdleyp, mammu-og pápadagar, valentine og til ymiskar móttøkur, leggur Beinta Vilmundsdóttir aftrat.

Á heimasíðuni www.orkis.fo er eitt rúm ovast á síðuni, sum kallast jarðarferð, og her sæst ein partur av útboðnum hjá blómuhandlinum í Saltangará.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit hjálpa viðskiftafólki at finna og velja røttu valentine-gávuna - sum tøkk fyri kærleikan, sigur Beinta Vilmundsdóttir í Orkis í Saltangará.

- Vit binda blómur til allar kenslur - tað veri seg í gleði sum í sorg, sigur Beinta Vilmundsdóttir.