Valevni vil ikki vera vald í býráðið á Tvøroyri

- Eg havi ikki lov at nokta, men eg vil ikki verða vald, sigur valevni á listanum hjá Kristin Michelsen

Byrjanin til býráðsvalið á Tvøroyri um tríggjar vikur, verður merkiligari og merkiligari.

 

í allan dag hava vit hoyrt um ósemjuna ímillum javnaðarfólk á Tvøroyri og tað endaði við, at borgarstjórin, Kristin Michelsen, fór av javnaðarlistanum, og stovnaði sín egna kommunulista.

 

 

Les eisini: Borgarstjórin stillar upp á sínum egna lista

 

 

Har eru sjey valevni á listanum.

 

Men nú í kvøld vendir tað eina valevnið á listanum, Barbara, Debes Julsgart, listanum baki.

 

Hon skrivar á Facebook í kvøld, at hon er rætt og slætt sett á listan, tí at tað er ein borgaraskylda at lata seg stilla upp og at hon tískil ikki hevur loyvi at nokta fyri at stilla upp.

 

Men hon ger samstundis vart við, at hon hevur ingan áhuga í at verða vald, og at koma upp í kommunupolitikk, í hvussu so er ikki á hesum sinni.