Valevnis disking og sangkapping

Politikkur er álvarsamur, og tað er einki undur í tí. Men eina viku áðrenn valið, t.v.s. leygarkvøldið 22. oktober, skipar Sirkus fyri "Valevnis disking og sangkapping" - hetta fyri at loyva álvarseminum at blíva síðusett eina lítla løtu og fyri at savna fólk úr teimum ymsu ættunum at stuttleika og hugna sær saman.

 

Valevni velja tónleik

Frá klokkan 22.00 sleppa tvey valevni úr ymsu flokkunum, eitt ungt og eitt eldri, at skiftast um at diska tann tónleik og skapa ta huglag, ið teimum dámar, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

 

Sangkapping millum flokkarnar

Klokkan 01.00 er sangkapping, har vit skulu finna útav, hvør best syngjandi flokkurin er. Upp til seks umboð úr hvørjum flokki skulu velja sær eitt lag at syngja við til. Áhoyrararnir eru dómarar; tað vil siga, at tað eru lógvabrestir og heppan annars, ið avgerða, hvør vinnandi flokkurin er!

 

Restin av náttini

Aftaná sangkappingina er tað Übernörd, sum eigur DJ pultin restina av náttini.