Valfeløgini stuðla Kaj Leo

Vit spurdu um viðmerkingar til formansvalið frá valfeløgum Sambandsfloksins í Norðoyggjum, Eysturoynni og Suðurstreymi, og í øllum førum hava tvey av feløgunum longu avgjørt at stuðla Kaj Leo Johannesen

John William Joensen, Norðoya Sambandsfelag:

Á aðalfundi fríggjakvøldið atkvøddu 90 prosent av fundarfólkinum fyri Kaj Leo Johannesen at gerast nýggjur formaður, og tískil stuðla vit honum, men vit fara aftur á fund at viðgerða málið, áðrenn vit fara til Havnar. Flokkurin hevur brúk fyri einum savnandi manni, og hóast onnur góð evni eru, stuðla vit Kaj Leo. Men vit skjóta so ongan upp enn og eru fyribils í bíðistøðu, áðrenn vit aftur fara at fundast.


Annfinn Brekkstein, Føroya Væl (Suðurstreymoya Sambandsfelag):

Eg havi hoyrt meg fyri í hinum valfeløgunum og øðrum grundstuðlum floksins, og vit stuðla Kaj Leo Johannesen at gerast nýggjur formaður floksins. Hann er ungur, men hevur tó neyðugu royndirnar í politikki, og eftir okkara tykki er hann best egnaður at leiða flokkin víðari.


Johan Petersen, Samhald (Eysturoyar Sambandsfelag):

Vit hava als ikki viðgjørt støðuna, og vit fara at fundast í næstum. Vit ætla okkum ikki at hugsa lokalt og partú krevja formann úr Eysturoynni, tí nýggjur formaður skal jú veljast fyri allan Sambandsflokkin kring alt landið. Men enn er so eingin avgerð tikin.