Fiskivinna
Sosialurin var og vitjaði virkið Valhalla á Toftum mánadagin, ið er annar dagurin í vikuni, tá farmaskipið Silver Fjord siglir av Toftum til Scrabster við feskum fiski og laksi. Skipið siglir av Toftum mánakvøld og fríggjakvøld.
Tað er P/F Fresh Link, ið rekur farleiðina millum Føroyar og Scrabster, og felagið hevur eisini skrivstovu sína á Toftum. Fyritøkurnar, sum standa aftanfyri flutningsfelagið, eru Valhalla á Toftum og Rainbow Seafood í Havn. Dagligur leiðari hjá Fresh Link er Ingun Olsen, sum hevur drúgvar royndir í shippingvinnuni.
Endamálið við farleiðini er at veita føroyskum feskfiskaútflytarum eina rættstundis flutningsleið niður á evropeiska marknaðin.
Vitjan á Valhalla
Tá vit vitjaðu á Valhalla, komu bilar við fiski, sum virkið hevði keypt. Menn á truckum tóku kassarnar við fiski úr stórum trailara og koyrdu teir inn á virkið, har fiskurin varð góðskumettur, skildur og pakkaður til útflutnings.
Sum dagurin og kvøldið leið, varð fiskurin koyrdur umborð á Silver Fjord, og haðani fluttur til Skotlands.
Dagarnir, tá skipið verður fermt á Toftum, eru mangan langir hjá teimum, sum arbeiða hjá feskfiskaútflytarum, og soleiðis var eisini mánadagin.
Tað er danin, Peter V. Nørgaard, sum er stjóri og eigari av Valhalla, og nevndarformaður er Jansy Olsen.
Í nevndini sita tey trý, Peter V. Nørgaard, Jansy Olsen og Lena Leivsdóttir.
Eingin myndatøka
Tað er vorðið alt meira vanligt, at virkisleiðslur aftra seg við at lata myndafólk sleppa inn á fiskavirkir at taka myndir, og her er Valhalla einki undantak.
Vit komu inn í fiskamóttøkuna á virkinum, har Verner Olsen var komin við fiskakassum á trucki. Hann hevði einki ímóti at vera avmyndaður, meðan hann stoytti fiskin úr kassunum og niður í pavnin, sum síðan eftir flutningsbandi fer inn á sjálvt virkið.
Men tá myndamaðurin gjørdist eitt sindur ”naskari” og tók nakrar myndir inn ígjøgnum eina hurð og inn á sjálvt skilji-og pakkivirkið, kom ein ungur maður og segði, at danska stjóranum dámdi ikki, at myndir verða tiknar inni á virkinum.
- Men tú kanst taka myndir uttanfyri. Tað er einki problem, legði hann aftrat.
Jansy drívmegin
Úti í túninum møttu vit Jansy Olsen, sum serliga er kend innan kvinnufelagsarbeiði í Føroyum.
Hon var blíð sum altíð og segði, at hon í fyrsta lagi tók sær av skrivstovuarbeiði, men at hon eisini var niðri á virkinum og góðskumetti fisk.
Vit avtalaðu, at eg skuldi ringja til hennara um 22-tíðina um kvøldið, tá hon helst fór at verða liðug.
Men hetta gekk ikki betri enn væl - fyri ikki at siga illa.
Umleið ein tíma eftir vitjanina á Valhalla, ringdi Jansy og segði, at stjórin ikki helt, at vit skuldu práta saman um virksemið hjá felagnum.
Tað, sum vit á Sosialinum ætlaðu, var at taka nakrar myndir, har fólk arbeiða, og síðan at seta leiðsluni nakrar einfaldar spurningar.
Beint eftir, at Jansy hevði boðað frá, at stjórin ikki helt, at vit skuldu gera nakra samrøðu, sendu vit Valhalla ein teldupost við nøkrum spurningum um virksemið, sum vit ynsktu at fáa svaraðar sama dag ella um kvøldið.
Men vit fingu einki svar, og einki svar var komið, tá blaðið fór til prentingar í dag.
Tøgn á Valhallla
Millum spurningar, vit settu virkisleiðsluni, vóru:
• Hvussu nógv fólk eru á lønarlista, tá mest er at gera?
• Hvussu nógvir arbeiðsdagar eru í eini vanligari viku?
• Er tað serliga mánadag og fríggjadag, tá farmaskipið siglir av Toftum, at nógv er at gera?
• Hvussu gamalt er felagið, sum rekur virksemið í dag, og hvussu eru eigaraviðurskiftini?
• Hvørjar uppgávur hevur virkið - skiljing og pakking av feskum fiski?
• Hvussu deila fiskasløgini seg gjøgnum árið - umleið?
Í samrøðu við Jansy Olsen og í teldupostinum løgdu vit aftrat, at vit á ongan hátt vilja virkinum ilt, men at vit bara hugsaðu um at fáa eitt sindur av kjøti upp á ein greinastubba við myndum av fólki, sum eru til arbeiðis. Í teldupostinum løgdu vit eisini aftrat, at tey vóru vælkomin at svara skrivliga.
Men á Valhalla ráddi tøgn...
Vit skiltu á Jansy, meðan vit prátaðu í túninum, at ikki minst línumenn eru sera fegnir um, at vit í Føroyum hava fiskaútflytarar, sum arbeiða við skiljing og pakking av feskum fiski.
- Hetta er við til at halda prísunum uppi, legði hon aftrat.
Sosialurin hevur tí í aðrari grein á hesi opnu tosað við Jóhannus Olsen, formann í Felagnum Línuskipum um týdningin av feskfiskaútflytarum.
14 fólk í starvi
Sambært vinnuskráum eru 14 fólk knýtt at virkseminum hjá Valhalla á Toftum, og ein av uppgávunum hjá felagnum er heilsøla av fiski og fiskavørum.
Valhalla keypir fiskin, sum felagið útflytir, men vit hava eisini havt onnur virki í Føroyum, sum bara skildu og pakkaðu fisk fyri fiskakeyparar.