Valið nærk­ast

Engell: Val­ið verður út­s­kriv­að í sein­asta lagi mán­a­dagin
Hans Engell, politiskur eyg­leið­ari í Danmark, er sann­førdur um, at Vinstri og Kon­ser­v­a­tivu finna eina av­talu um bú­sta­ð­ar­­p­akk­an og hinar pakk­ar­nar v­ið Danska Fólk­a­flokk­in í dag ella um vik­u­skift­ið.

– Ein spjaðing teirra mill­um fer heilt víst at gera Helle Thorn­­ing Schmidt til fo­r­sæt­is­rá­ð­harra, sigur Hans Eng­ell við Portalin.
– Tað verður ein semja, og so fer Lars Løkke Rasmussen at skriva út val. Eg havi ilt við at ímynda mær, at VK og DF enda 10 ára sam­starv og útskriva fólkatingsval, tá teir borg­ar­ligu flokkarnir í Dan­mark eru í stórari spjað­ing um eitt mál, sum í veruleikanum einki hevur upp á seg, sig­ur Hans Engell.
Hann kallar tað ein »ekl­a­t­a­ntan« ósigur fyri bæði Lars Løkke Ras­mus­sen og Piu Kjær­sgaard, um tað ikki eydnast at finna eina semju.
– Um hetta endar við spjað­ing, so sendir hetta borg­ar­ligu flokk­ar­nar út í eina kreppu, sum fer at halda á til langt aftan á fólk­a­tings­valið.
– So kunnu tey akk­urát ­tað sama biða Helle Thorning-Schimdt um at taka yvir lyklarnar til for­sæt­is­mál­aráð­ið bein­an­veg­in, tí so hevur VKO ong­an kjans til valið, sig­ur Hans Engell.
Sambært Hans Eng­ell hevur Danski Fól­k­a­flokkurin eina rokn­ing at gera upp við stjórnina, eftir at flokk­urin hevur atkvøtt fyri ópopulerum spar­ing­um í ­en­d­u­r­venj­ing­ar­pakk­a­num og aft­ur­tøk­u­re­formin ? og einasta tøkk­in var, at tey ikki sleppa við í komandi stjórn­ina.
- Tí leggur Danski Fól­ka­flokk­ur­in so hart út til hesar sam­ráðingarnar í leiklutinum sum varðhundurin hjá rík­is­kass­a­num við sos­ialari ­ábyrgdarkenslu. Tað kann verða eitt nýtt politiskt støði, tey eru við at skapa, sum fer at eyðkenna flokkinum framyvir, heldur Hans Engell.
Hann heldur, at tey koma til eina semju um eina avtalu og eitt fólk­a­tings­val í seinasta lagi mánadagin.