Um vikuskiftið skuldu rumenar á fólkaatkvøðu at taka støðu til, um landsins forseti, Traian Besescu, skuldi koyrast frá og stevnast fyri ein ríkisrætt, men lítil luttøka bjargaði forsetanum.
Tá uppteljingin var liðug, var meiriluti fyri at koyra forsetan frá og at stevna honum fyri ríkisrættin. Men bara 46 prosent av veljarunum høvdu verið og atkvøtt, og tá lógin krevur, at meiri enn 50 prosent skulu greiða atkvøðu, fyri at fólkaatkvøðan kann fáa gildi, verður Besescu sitandi í embætinum og sleppur undan ríkisrætti.
Forsetin var fegin um úrslitið. Hann segði, at fólkið hevði forðað einari kvettroynd.
Tað var stjórnin, sum skipaði fyri fólkaatkvøðuni, tí hon vil vera við, at forsetin fór út um sínar heimildir, tá hann í 2010 gekk við til stórar sparingar, fyri at landið kundi fáa hjálp frá ES.