Tað hevur verið nógv kjak í seinastuni hvørt borgarstjórar skulu sita á Løgtingi og í býráðnum í senn. Fleiri hava sagt, at býráðs- og løgtingsarbeiði ikki skal blandast saman. Tískil eiga býráðslimir møguliga heldur ikki stilla upp til løgtingsval, men bert verða á einum stað.
Hesum er Hans Pauli Strøm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin, ikki heilt samdur í.
- Sjálvur haldi eg ikki, at tað á nakran hátt skal forðast kommunustýrislimum at stilla upp og verða vald í løgtingið. Fólk sum stjórar, fjølmiðlafólk. læknar, lærarar, politistar, fakfelagsfólk og onnur í sentralum størvum eru oftari enn onnur at síggja og hoyra í fjølmiðlunum og hava lættari við at vinna sær alment umdømi enn onnur. Trupulleikin við dupultmandatinum – og dupultlønini – hjá borgarstjórum, sum sita í løgtinginum, er lættur at loysa. Løgtingið kann bara lóggeva fyri, at tað ikki ber til at fáa tvær fullar almennar lønir, løgtingsmanna og borgarstjóraløn, men bara aðra. So høvdu vit neyvan sæð nógvar av borgarstjórunum á tingi, uttan teir, sum veruliga vilja tað av serligum politiskum áhuga, sigur Hans Pauli Strøm, sum í dag er formaður í javnaðarfelagnum í Norðstreymi.
Hans Pauli Strøm ásannar, at tað eru ávísir trupulleikar í núverandi skipan, serliga eftir, at landið er blivið skipað í eitt eitt valdømi. Tað eru fleiri, ið hoppa millum flokkar í dag og tað kann eisini verða trupult at síggja skilnað millum lokal- og landspolitikk. Hetta kann loysast við at gera broytingar í vallógini, sigur Hans Pauli Strøm.
- Val til kommunu- og løgtingsval kundi verið sama dag, fjórða hvørt ár. Tað leggur so upp til, at val í úrtíð ikki kann útskrivast, og tá bæði valini eru samstundis, ber væl til at gera greiðan mun millum lokalpolitikk og landspolitikk, sigur Hans Pauli Strøm.
Hans Pauli Strøm sigur eisini, at eftir tað eina valdømi kom ígjøgnum, er tað blivin ein trupulleiki við ójavnari geografiskari umboðan í løgtinginum. Tað kundi mann eisini loyst við at broyta vallógin.
- Val til løgtingið kundi verið skipað við tveimum listan, har fólk høvdu eina atkvøðu til ein landslista og eina atkvøðu til ein valdømislista. So var helvtin av løgtinginum vald fyri alt landið sum eitt valdømi og hin helvtin sum umboð úr ymisku valdømunum, sigur Hans Pauli Strøm.