Valmøguleikarnir eru færri ? sigur Heðin?

Nú løgtingsval er fyri framman, eru valmøguleikarnir hjá veljarunum enn færri, enn teir vóru til seinasta val. Soleiðis skrivar eitt av valevnum Sambandsfloksins í Kollafir? nei, eg meini í Suðurstreymi um dagarnar.

Ja, eingin veit meir enn valevni Sambandsfloksins Heðin Mortensen, at valmøguleikarnir eru færri til hetta løgtingsvalið. Sambandsflokkurin, sum jabbaði upp í saman, at teir høvdu loysnirnar til allar trupulleikar, hava nú minkað sín flokk til hetta valið, at veljarin hevur veruliga færri møguleikar.

Hvønn leiklut Heðin Mortensen hevur til hetta valið vita vit ikki (enn), men orrustan sum kom í tá løgmaður skuldi veljast fyri 4 árum síðani hevði nær ført til at Heðin gjørdist borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Men lagnan vildi tað annarleiðis, at sambandskvinnan í hægsta embætinum vildi hava eina tjóðveldiskvinnu til borgarstjóra, kom so ikki og sig at færri eru at velja í.

Til hetta valið eru fleiri TOP kandidatar á Sambandslistanum ikki við hesaferð. Vit kunnu nevna Kaj Leo Johannesen, Bjørn á Heygum, Finnboga Arge, Mariu Hansen, Agnar Nielsen, Ivan Johannesen o.fl. Tað sum Heðin helst meinar við er, at nú er so tunnligt á sambandslistanum í Suðurstreymi, at fólk nú trygt kunnu velja hann, tí tey sum standa á listanum eru ikki kappingarneytar hjá honum longur.

Javnaðarflokkurin heilsar Heðini vælkomnum inn í valstríðið. Men góði Heðin, før teg heiðurliga fram, lat vera við at føra Sambandsflokkin fram sum tann, sum fekk skuldina upp á pláss í hesum valskeiðnum. Nei, við Javnaðarflokkinum (Jóannesi Eidesgaard sum fíggjarmálaráðharra) kom skuldin upp á beint, sjálvandi við hjálp frá Sambandsflokkinum og øðrum góðum kreftum.

Vit lækkaðu skatta- og avgjaldstrýstið, yvirskot er nú á fíggjarlógini og vit halda framvegis ikki, at vit eru náddir á mál við okkara fíggjarpolitikki, nei, vit vilja sleppa at halda fram har vit sleptu, tí bjóða vit okkum fram hesaferð eisini.

Vel Javnaðarflokkin!


Jógvan Mørkøre