Hervør Jensen, køkshjálp:
? Eg ætli mær at velja eina kvinnu inn í býráðið at sita, tí tær leggja meiri dent á tey bleytu virðini. Sitandi samgonga hevur ikki gjørt nóg nógv við tey bleytu virðini, og eg haldi eisini, at tað mugu fleiri kvinnur í býráðið.
Hvønn fert tú at velja?
? Eg fari at velja Signhild V. Joensen av Trøllanesi
Hvør verður borgarstjóri í Klaksvík eftir valið?
? Oys, tað veit eg ikki. Dugi yvirhøvur ikki at ímynda mær tað. Men eg vóni, at tað verður ein kvinna.